Fosturforeldur fáa 1300 krónur meira um mánaðin

Fosturforeldur fáa 1300 krónur meira um mánaðin
Sambært Kommunufelagnum eru í miðal 85 børn til fosturs
Tað fer at kosta kommununum 1,3 mió. kr. at hækka gjaldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2026 - 08:10

Fosturforeldur skulu fáa meira fyri at hava børn í fostri.

Gjaldið fyri vistarhald og klæði verður tað, sum gjaldið hevði verið, um tað var javnað trý prosent um árið, frá 2015 til 2025.

Fosturforeldur fáa tí 1.300 kr. meira um mánaðin.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið legði fram uppskot um hetta á løgtingsfundinum í gjár.

Og nú koma allar samsýningar og veitingar til fosturforeldur lógina, ikki í kunngerð sum higartil. 

 

Javnaðar á hvørjum ári

Upphæddirnar vera javnaðar hvørt ár sambært lógini um javningarprosent til almannaveitingar.

Sambært Kommunufelagnum eru í miðal 85 børn til fosturs.

Kommunurnar rinda fosturforeldrum samsýningar. 

Tað fer at kosta kommununum 1,3 mió. kr. at hækka gjaldið.

Kommunurnar hava sjálvar skotið upp at hækka gjaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985