Vilja endurskoða Helsingforsavtaluna

Vilja endurskoða Helsingforsavtaluna
Fyrsti fundurin, sum danski-føroyski formansskapurin skipaði fyri, var í Keypmannahavn í gjár.
Samstarvsráðharrar og landsstýrisfólk, sum umsita norðurlendskt samstarv, úr øllum átta Norðurlondum vóru við á fundinum í gjár.
 
19.02.2026 - 08:11

Nú Danmark og Føroyar hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum, hava londini sett sær fyri at fáa helsingforsavtaluna endurskoðaða, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Fyrsti fundurin, sum danski-føroyski formansskapurin skipaði fyri, var í Keypmannahavn í gjár.

Har vóru samstarvsráðharrar og landsstýrisfólk, sum umsita norðurlendskt samstarv, úr øllum átta Norðurlondum við.  

Og tey tosaðu millum annað um at endurskoða Helsingforsavtaluna, sum er eitt slag av grundlóg hjá norðurlendska samstarvinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevði forfall, so Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, var á fundinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723