Pensjónsaldurin: Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum

Pensjónsaldurin: Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum
Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í málinum um at hækka pensjónsaldurin
Uppskotið um at hækka pensjónaldurin kemur til aðru viðgerð mánadagin.
 
20.02.2026 - 11:26

Trivnaðarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar í málinum um at hækka pensjónsaldurin.

Sambært uppskotinum hjá Margit Stórá, landsstýrskvinnu, hækkar pensjónsaldurin við einum hálvum ári hvørja ferð. Fyrstu ferð í 2035, tá pensjónsaldurin hækkar upp 68 ár og sels mánaðir, og í 2038, tá pensjónsaldurin hækkar upp í 69 ár.

Meirilutin, sum er andstøðuumboðini í nevndini - Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen - tekur ikki undir við uppskotinum, og mælir frá at samtykkja tað.

Tvey av samgonguumboðunum í trivnaðarnevndini, Hans Jacob Thomsen og Súsanna Bertholdsen, mæla til at samtykkja uppskotið, men triði minnilutin, Liljan Weihe, sum eisini er samgonguumboð í nevndini, tekur støðu í tingsalinum.

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin kemur til aðru viðgerð í tinginum mánadagin, og tá verður eisini atkvøtt í málinum. 

Les alt álitið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860