Friðartiltak í Havn: Fýra ár síðan kríggið í Ukraina byrjaði

Friðartiltak í Havn: Fýra ár síðan kríggið í Ukraina byrjaði
Røður, tónleikur og beinleiðis stroyming úr Ukraina skulu minna á menniskjaligu avleiðingarnar av kríggi – og savna fólk um eitt felags ynski: Frið
Friðartiltakið verður í Perluni í Havn
Mynd: Tórsgøta/Perlan  
 
22.02.2026 - 14:36

Í hesum døgum eru fýra ár liðin, síðan kríggið í Ukraina byrjaði, og í dag verður friðartiltak hildið í Perluni í Havn klokkan trý seinnapartin.

Endamálið við tiltakinum er at seta fokus á tørvin á friði millum lond og fólkasløg – og á tær oyðileggjandi menniskjaligu avleiðingarnar av langdrigna krígnum, har bæði sivilfólk og hermenn eru fallin, nógv eru særd, og milliónir av fólki eru flýdd.

Í hesum sambandi skipar felagsskapurin Føroyingar fyri friði fyri tiltaki í Perluni í Havn, sum hevur sum mál at savna fólk við ymiskum sjónarmiðum um eitt felags ynski: Frið uttan kríggj. 

Hetta segði formaðurin, Henrik Weihe Joensen, og næstformaðurin, Ken Lindenskov Olsen, um tiltakið:

Henrik_Weihed_Fridartiltak

 

Á skránni eru røður frá Jóannesi Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Hans Andrias Sølvará, professari í søgu. Eisini verður tónleikur við Steintóri Rasmussen og ukrainska tónleikaranum Sascha Shvets.

Eitt serligt innslag verður beinleiðis stroyming úr Ukraina, har føroyingurin Bjørn Kallsoy, saman við ukrainska journalistinum Alex Zakletsky, greiðir frá arbeiðnum at savna pening til generatorar, bjargingarbilar og aðra neyðhjálp til Ukraina.

Harumframt verður møguleiki at keypa list, og partur av vinninginum fer til hjálpararbeiðið í Ukraina og friðararbeiðið í Føroyum.

Tiltakið byrjar klokkan 15.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424