Hava 14 dagar at gera valevnislistar

bannari
Hava 14 dagar at gera valevnislistar
Listarnir skulu latast inn í seinasta lagi á grækarismessu klokkan 18
Løgtingsvalið verður hósdagin 26. mars.
 
26.02.2026 - 08:50

Flokkarnir hava bara tvær vikur til at gera valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars.

Listarnir skulu latast formanninum í valnevndini í seinasta lagi tvær vikur fyri valdagin.

Og tað er á grækarismessu, 12. mars, fyri kl. 18.00.

Á valevnislista kunnu ikki vera fleiri enn tíggju valevni enn teir løgtingslimir, sum veljast skulu.

33 skulu veljast. 

Í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarar skulu vera stillarar.

Les kunngerðina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221