Minsta arbeiðsloysi var í Vágum

Minsta arbeiðsloysi var í Vágum
Størsta arbeiðsloysið í januar var í Suðuroynni
Arbeiðsloysið í Suðuroynni í januar var 1,6 prosent, sum eru 0,4 prosentstig størri enn í januar í fjør. 
Mynd: Hagstovan  
 
26.02.2026 - 10:39

Í januar var arbeiðsloysið minst í Vágum.

Tað var bara hálvt prosent. Í januar í fjør var arbeiðsloysið í Vágum eitt prosent.

Í Suðuroynni var arbeiðsloysið tað størsta í landinum í januar. 

Tað var 1,6 prosent, sum eru 0,4 prosentstig størri enn í januar í fjør. 

Tað var 1,2 prosent í Suðurstreymi, eitt prosent í Sandoynni, 0,9 prosent í Norðstreymi, 0,7 prosent í Eysturoynni og 0,6 prosent í Norðsoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744