Adrenaline: Í Føroyum roynast sangir á føroyskum best

Adrenaline: Í Føroyum roynast sangir á føroyskum best
Limir í Adrenaline eru Jónas Kallsberg Jacobsen: sang og gittar, Tórður Sóleyarson: sang og gittar, Jón Ari Hansen: bass og Høgni Sørensen: trummur
Mynd: Bárður Lydersen  
 
27.02.2026 - 10:37

Hesa ferð vitjar ein ungur og virkin bólkur úr Klaksvík, ið hevur vunnið sær trivaligan fjepparaskara.

Adrenaline er navnið.

Bólkurin hevur sín uppruna í ungdómshúsinum, Húsið, í Klaksvík. 


Mynd: Bárður Lydersen

Hans Edward Andreasen tók dreingirnar til sín, og teir fóru undir at læra seg at spæla ljóðføri.

Áðrenn langt var umliðið vóru teir farnir undir at skriva egin løg.

Síðani hevur tað gingið ógvuliga skjótt. Spælingar á Spotify eru nógvar, og teir eru ein vælumtóktur konsertbólkur.


Mynd: Bárður Lydersen

Og júst tað at standa á pallinum er nakað serligt, siga teir við ein munn.

- Vit skulu vísa fjøldini, at vit hugna okkum. Tí gera fólkini eisini tað, gevur tað bólkinum eyka orku.

Longu nú er greitt, at teir skulu spæla til stóra FMA-tiltakið í Norðurlandahúsinum, sum eisini verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.

Harumframt eru avtalur í summar komnar í kalendaran, men tað er ikki nakað, ið teir fáa sagt alment enn.


Mynd: Bárður Lydersen

Millum hittini hjá Adreanline kunnu nevnast Spillikassin, DNA og so sangurin, sum var millum teir fremstu í kappingini um at gerast Ársins útvarpshitt, Tóm Visjón.



Mynd: Bárður Lydersen

Í lýsingini á Spotify stendur stutt og greitt: Adrenaline er ein føroyskur popp/rokk bólkur. Vit larma - tú lurtar.


 
1797845

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025