Málið um valsvik: Ákæruvaldið krevur í minsta lagi fýra mánaða fongsul

Málið um valsvik: Ákæruvaldið krevur í minsta lagi fýra mánaða fongsul
Verjin krevur frídøming, ella at dómurin verður treytaður. Dómurin kemur klokkan eitt í dag
Seinnapartin fellur dómur í málinum um valsvik í Oyndarfirði. (Savnsmynd)
 
27.02.2026 - 12:20

Ikki undir fýra mánaða fongsulsrevsing.

Tað krevur ákæruvaldið í málinum um valsvikið á kommunuvalinum í 2024 í Oyndarfirði.

Verjin, Christian Andreasen, krevur frídøming, ella at dómurin verður treytaður.

Dómarin segði, at dómurin kemur klokkan eitt í dag.

Ákærin, Sarah Ann B.Vinther, nevndi nógv prógv um, at valstýrisformaðurin hevur framt valsvik.

Hon segði, at tað merkti nógv vitni, at tey kennast, og at tey kenna ákærda valstýrisformannin.

Tíggju vitni, tíggju veljarar í Oyndarfirði, vóru avhoyrd í gjár.

 

Verjin: Eingi prógv

Verjin segði, at ákæruvaldið hevur eingi prógv yvirhøvur. Teknisku frágreiðingarnar í málinum kunnu ikki staðfesta, hvør hevur sett tann seinna krossin á valseðilin í Oyndarfirði, og heldur ikki, um tað eru tvey ella sama fólk.. 

Og allur ivi eigur at koma ákærda til góðar, segði verjin.

Málið er í stuttum tað, at tá ein atkvøða í Oyndarfirði kom til finteljingar í Runavík, var hon gjørd ógildug, tí har var meira enn ein krossur á.

Tá tær 92 atkvøðurnar í Oyndarfirði vóru taldar, var eingin atkvøða gjørd ógildug.

 

Tvey valevni lika nógvar atkvøður

Valstýrisformaðurin var ákærdur fyri at gera atkvøðuna ógilduga. Hetta gjørdi, at tvey valevni fingu líka nógvar atkvøður. 

Og tann, sum átti ógilduga atkvøðuna, og tí í fyrsta umfari vann, tapti lutakastið, og kom ti ikki í býráðið.

Hetta er fyrsta mál um valsvik hja dómsvaldinum í Føroyum.

Í Danmark eru tvey mál um brot á grein 116 í revsilógini um valsvik, annað er frá 1977 og hitt frá 2006.

Men tey líkjast ikki hesum í Føroyum. Dómarnir í teimum málunum vóru 60 dagar og 30 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558