BUMR fær átalu fyri ikki at veita tilboð eftir Karlstad-tænastuni

BUMR fær átalu fyri ikki at veita tilboð eftir Karlstad-tænastuni
Foreldur kærdu til umboðsmannin, tí barn teirra ikki fekk hesa tænastu. Barna- og útbúgvingarmálaráðið tekur átaluna til eftirtektar
Øll børn við tørvi á málsligum stuðli framvegis fáa hjálp gjøgnum Sernám - men ikki endiliga somu skipan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2026 - 09:32

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, BUMR, eina átalu. 

Átalan kemur eftir, at umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina kæru um eina avgerð hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, um ikki at veita málmenningartilboð eftir Karlstad-tænastuni til eitt barn, sum hevði tørv á hesum. 

Tann 8. juli í fjør, fekk Løgtingsins umboðsmaður eina kæru um eina avgerð hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, um ikki at veita øðrum enn børnum við Down syndrom Karlstad tænastu. 

Karlstad-modellið er ein arbeiðsháttur at styrkja mál og samskifti hjá børnum.

 

Down syndrom

Í 2023 samtykti Barna- og útbúgvingarmálaráðið eina fyribils skipan, har børn og ung við Down syndromi kundu fáa Karlstad-ráðgeving. 

Men skipanin fevndi bert um børn við hesi diagnosuni.

Foreldur kærdu, tí barnið hjá teimum - sum eisini málsligar trupulleikar - ikki fekk atgongd til Karlstad, hóast fakfólk mettu, at barnið hevði gagn av tí. Barnið fekk annan málsligan stuðul, men ikki Karlstad, tí tað ikki hevði Down syndrom.

Ráðið greiddi frá, at talan var um eina royndarskipan, og at øll børn við tørvi á málsligum stuðli framvegis fáa hjálp gjøgnum Sernám - men ikki endiliga somu skipan.

 


Poul Geert Hansen. 

 

Atfinningarsamt

Umboðsmaðurin heldur tað verða atfinningarsamt, at Barna- og  útbúgvingarmálaráðið hevur sett í verk eina fyribilsloysn á henda hátt, uttan at onnur børn við sama tørvi hava fingið lut í tilboðnum,  og at henda loysnin ikki samsvaraði við líkaregluna ella meginregluna um sakliga fyrisiting

Tí gevur umboðsmaðurin Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið tekur átaluna til eftirtektar.

Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum:  

 

04032026_Poul_Geert


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286