Viðgerðardóm fyri at gera seg kynsliga inn á børn

Viðgerðardóm fyri at gera seg kynsliga inn á børn
Maðurin er eisini dømdur at rinda teimum trimum børnunum 150.000 kr. í endurgjaldi
Maðurin er dømdur fyri minst 50 kynslig brot, millum annað neyðtøku. Hann noktar seg sekan. (Savnsmynd)
 
04.03.2026 - 11:06

Ein tilkomin maður hevur í Føroya rætti fingið viðgerðardóm uttan tíðaravmarking fyri at gera seg kynsliga inn á trý børn, ein drong og tvær gentur.

Tey vóru øll yngri enn 12 ár.

Hann er dømdur at rinda teimum trimum børnunum tilsamans 150.000 kr. í endurgjaldi.

Maðurin skal ikki uttan loyvi frá politinum lata børn undir 18 ár búgva ella vitja hann, har hann býr.

Hann má heldur ikki vera hjá fólki, har børn undir 18 ára eru.

Og børn undir 18 ár mugu ikki vitja hann uttan onkur vaksin er við.  

Sambært dóminum var ágangurin árini 2000 til 2004, 2010 til 2013 og 2016 til 2018.

Maðurin er dømdur fyri minst 50 kynslig brot, millum annað neyðtøku.

Maðurin noktaði seg sekan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087