Hákun sló aftur til ímóti Aalborg

Hákun sló aftur til ímóti Aalborg
Hákun West av Teigum skeyt fimm av málunum, tá Füchse Berlin vann 35-31 á Aalborg í Champions League og tryggjaðu sær fyrsta pláss í sínum bólki
Hákun West av Teigum lumpar Niklas Landin í málinum hjá Aalborg
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2026 - 10:52

Hákun West av Teigum tvívst vanliga væl í stórum Champions Leaguer-dystum ímóti Aalborg, og so var eisini í gjárkvøldið, tá Füchse Berlin vann 35-31 ímóti dønum og tryggjaði sær fyrsta plássi í bólki A.

Føroyski vongurin skeyt fimm mál upp á seks skotroyndir ímóti Niklas Landin og hinum í danska stórfelagnum, og nú eru týskararnir trý stig frammanfyri Aalborg á 2. plássi, sum eisini fara beinleiðis í fjórðingsfinalurnar.

Sum ikki einaferð var Mathias Gidsel í miðdeplinum. Danski bakkurin skeyt átta mál upp á 13 skotroyndir.

 


Hákun West av Teigum skeyt fimm mál ímóti Aalborg. Ein misnýttur kjansur og eitt av málunum frá sera spískum vinkli er við í samandráttinum omanfyri.

 

Óli Mittún og GOG til Ungarn

Óli Mittún og GOG spæla á útivølli ímóti Pick Szeged í Champions League seinnapartin. 

Fjónliðið er á 6. plássi og hevur tryggjað sær pláss í røkkstøkk-umfarinum, men við sigri í dag kunnu Óli Mittún og teir yvirhála ungararnar og koma upp undir liðina á PSG undan síðsta umfarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176