Vitaminir úr fiskaskræðu

Vitaminir úr fiskaskræðu
FM í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar hevur verið í dag, og tað vóru næmingar í 9. flokki í Eysturskúlanum í Havn, sum vunnu ársins kapping
05.03.2026 - 19:37

Vinnarin av Skúla FM 2026 gjørdist Sjógló úr Eysturskúlanum í Havn. 

Í dómaraúrskurðinum søgdu dómararnir soleiðis um vinnaraprojektið hjá Elin Joensen, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Heiðrun T. Lisberg og Nikolinu Flora Højgaard Kristjansdóttir úr Sjóglóð:

"Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina nýggja vøru við hægri virði. Hetta er ein umhvørvistilvitað loysn, sum samstundis kann styrkja føroyska vinnu við at gagnnýta tilfeingi, sum annars ofta ikki verður brúkt til fulnar. Samlað meta dómararnir, at talan er um eina væl gjøgnumførda verkætlan við góðum hugskoti, realistiskum samstarvum og stórum potentiali".

Dómararnir vóru serliga hugtiknir av, hvussu nógv arbeiði bólkurin hevði lagt í verkætlanina. Tær úr Sjógló hava tosað við serfrøðingar, fyritøkur og stovnar og eisini framleitt eina væl gjøgnumhugsaða prototypu í flottum sniði. Verkætlanin hevði eina væl útgreinaða fíggjarætlan og realistiskar ætlanir fyri bæði framleiðslu og marknaðarføring – eisini uttan fyri Føroyar.

Í alt vóru tað sjey bólkar í finaluni í ár.

Nummar tvey gjørdist OFFline frá skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Verkætlanin byggir á eitt einfalt og skilagott hugskot; at fáa familjur og vinir at vera meira saman uttan skíggjar. Hugskotið er sera tíðarhóskandi í ljósi av kjakinum um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum. 

Nummar trý gjørdist Lumi Lit frá Skúlatrøð, sum snúði seg um ein praktiskan lesiring við ljósi, sum kann brúkast til lesing og aðrar aktivitetir, har tørvur er á eyka ljósi. 

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna Skúla FM, møguleikan at taka lut í donsku íverksetarakappingini fyri skúlaungdóm, Next Level, sum verður í Kolding tann 21. apríl.

Skúla FM er árliga íverksetarakappingin fyri fólkaskúlanæmingar í 8., 9. og 10. flokki, ið er ein kapping, sum gevur teimum ungu høvi at royna seg við egnum hugskotum og menna tey til veruligar vørur ella tænastur. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980