Oljuprísirnir í Føroyum eru longu hækkaðir sjey til 10 prosent

Oljuprísirnir í Føroyum eru longu hækkaðir sjey til 10 prosent
Í dag er fjórði dagurin á rað, at okkurt oljufelag hevur hækkað prísin
So leingi stríðið í Miðeystri heldur á, kunnu vit vænta hægri oljuprísir í Føroyum.
 
05.03.2026 - 14:27

Stríðið millum Ísrael og USA øðrumegin og Iran hinumegin hevur vart minni enn eina viku.

Men tað hevur ávirkað oljuprísirnar, og longu nú eru oljuprísirnir í Føroyum hækkaðir millum sjey og góð 10 prosent, alt eftir hvat slag av olju, ið talan er um.

Tað var leygardagin, at Ísrael og USA í felag lupu á Iran. Iran hevur hevur so svarað aftur, og hevur m.a. stongt Hormuz-sundið, sum er millum Iran og Sameindu Arabisku Emiratini.

Stongsilin hevur stóra ávirkan á oljuprísin, tí vanliga verða umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi framleidd í Persaflógvanum, og verða so flutt gjøgnum júst Hormuz-sundið, sum nú er stongt.

Tað hevur havt við sær, at altjóða oljuprísir eru hækkaðir, og tað merkja vit eisini í Føroyum.

 


Thomsen er triðja oljufelagið, og tað selur bara gassolju.

 

Trý oljufeløg

Vit hava trý oljufeløg í Føroyum.

Magn og Effo selja bensin og diesel til bilar, diesel til bátar og gassolju til húsarhald og vinnukundar. Thomsen selur bara gassolju.

Um vikuskiftið eru oljuprísirnir í Føroyum ikki broyttir. Men mánadagin hækkaði eitt av feløgunum sínar prísir, og í dag er fjórði dagurin á rað, at okkurt oljufelag hækkar prísirnar.

 


Gunnar Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í gjár segði Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, við Kringvarpið, at so leingi sum stríðið í Miðeystri heldur fram, so kunnu vit vænta hægri oljuprísir í Føroyum:

 

05032026_Gunnar

 

Bensin kostar nú 7,6 prosent meiri,  enn áðrenn stríðið við Iran byrjaði. Diesel til bilar er dýrkað góð átta prosent. Og gassolja er dýrkað í miðal 7,9 prosent í minni enn eina viku. Í tí sambandi kunnu vit nevna, at stórur prísmunur er millum tey trý feløgini, sum selja gassolju.

Men føroyskir oljuprísir hava verið hægri  fyrr.

Í 2022, tað var eftir russisku innrásina í Ukraina, vóru prísirnir munandi hægri, enn teir eru í løtuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941