Liðskiparin: Gott at vinna uttan at raka toppstigið

Liðskiparin: Gott at vinna uttan at raka toppstigið
Tað var gott at fáa tvey týðandi stig í lutfalsliga tryggum sigri uttan veruliga at raka toppstigið, segði Pernille Brandenborg eftir fýra máls heimasigurin á Portugal
04.03.2026 - 21:12

Tey tvey stigini fyri sigurin á Portugal koma sera væl við hjá Føroyum, segði liðskiparin Pernille Brandenborg eftir at Føroyar vunnu 25-21 við Tjarnir mikukvøldið.

Hun duldi ikki fyri, at tær hava spælt betri dystir, men fegnaðist um, at til ber at vinna uttan at raka toppstigið.

 - At fáa tvey stig á einum degi, har vit ikki spæla upp til okkara besta, er frálíkt. Tað er gott, at vit eru komin so langt, og vit eru glaðar, segði strikuspælarin.

Føroyar løgdu seg framum tíðliga, og tá munurin vaks upp í seks mál beint eftir steðgin, var sigurin ongantíð í vanda.

Dystarformurin hjá liðskiparanum var ikk meir enn næstbest eftir skaðasteðg, men hon fegnaðist um stuðulin á heimavølli og Lív B. Zachariasen, sum hjálpti henni við frálíkum spæli í miðverjuni.

 - Í verjuspælinum fáa vit í stóran mun steðgað Portugal við at standa eitt sindur uttarlaga við verjuni, meðan Rakul bjargar nógv eisini. Men í álopsspælinum gera vit alt ov nógv mistøk í mun til okkara vanliga stig.

At Ísland hevði vunnið á Montenegro kom óvart á Pernille Brandenborg, sum av tí sama fegnaðist upp aftur meir um stigini við Tjarnir.

 - Tað visti eg ikki av. Hetta er ein sera spennandi bólkur, og vit kunnu øll skjótt enda jøvn, men vit hugsa um okkum sjálvar og okkara avrik, og so vænti eg, at tað fer at ganga, segði Pernille Brandenborg.

Føroyar spæla aftur sunnudagin, tá Portugal tekur ímóti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595