USA biður Ukraina um hjálp at berjast móti iranskum dronum

USA biður Ukraina um hjálp at berjast móti iranskum dronum
Zelenskyj, forseti, heur gjørt greitt, at Ukraina er til reiðar at hjálpa við teirri treyt, at ukrainska verjan ikki verður veikari í stríðnum móti Russlandi
Zelenskyj er til reiðar at hjálpa Donald Trump at berjast móti iranskum dronum í Miðeystri.
Mynd: Tom Brenner/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2026 - 07:57

USA biður Ukraina um hjálp til at berjast ímóti iranskum dronum í Miðeystri.

Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, í eini fráboðan.

Zelenskyj sigur, at landið er til reiðar at veita neyðugu fíggingina og at tryggja, at ukrainskir serfrøðingar kunnu hjálpa  við at "veita neyðugu trygdina".

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt um ukrainska tilboðið, at hann er til reiðar at taka ímóti hjálp úr øllum londum.

Zelenskyj hevur áður gjørt greitt, at Ukraina er til reiðar at hjálpa við teirri treyt, at egna verjan hjá Ukraina ikki verður veikari í stríðnum móti Russlandi, og at tað eisini eru diplomatiskir fyrimunir fyri Ukraina sjálvt, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040