Kanadiski forsætisráðharrin á almenna vitjan í Noregi

Kanadiski forsætisráðharrin á almenna vitjan í Noregi
Mark Carney fer at hitta allar sínar norðurlendsku starvsbrøður í Oslo
Mark Carney er forsætisráðharri í Kanada. Í vikuni kemur hann á vitjan í Noregi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2026 - 08:51

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, kemur á almenna vitjan í Noregi seinast í hesi vikuni.

Tað skrivar norska stjórnin í einum tíðindaskrivi í gjár.

Vitjanin, sum er komin í lag eftir eina innbjóðing frá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, byrjar fríggjadagin 13. mars, og endar sunnudagin 15. mars.

Áðrenn hann fer heimaftur sunnudagin, skal Mark Carney á ein fund við norðurlendsku starvsbrøður sínar í Oslo.

 

Fyrstu ferð síðani 1980

Tað er fyrstu ferð síðan 1980, at kanadiski forsætisráðharrin kemur á almenna vitjan í Noregi. Á dagsskránni fyri fundin millum stjórnarleiðararnar báðar eru bæði Cold Response-hernaðarvenjingin og samstarvið millum Noreg og Kanada.

- Eg gleði meg til at bjóða Mark Carney, forsætisráðharra, vælkomum til Noregs. Londini bæði standa hvørjum øðrum øgiliga nær, og hava nógv til felags. Í einari tíð við nógvum altjóða ótryggleika hevur tað týdning at styrkja samstarvið millum Kanada, Noreg og Norðurlond, sigur Jonas Gahr Støre í tíðindaskrivinum.

Vitjanin hjá Mark Carney setur hol á hernaðarvenjingina Cold Response, har teir báðir forsætisráðharrarnir, saman við týska kanslaranum, Friedrich Merz, skulu hitta kanadisk, týsk og norsk herfólk.

Á stjórnarleiðarafundinum sunnudagin vera forsætisráðharrarnir úr Kanada, Noregi, Svøríki, Finlandi, Danmark og Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424