Kvinnur eru yngri enn menn, tá tær fara til arbeiðis

Kvinnur eru yngri enn menn, tá tær fara til arbeiðis
Í november í fjør var vinnutíttleikin 84 prosent hjá teimum 15 til 74 ára gomlu
Samanumtikið arbeiða fleiri fólk í Føroyum millum 15 og 74 ár, enn í nøkrum øðrum landi í Evropa. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
17.03.2026 - 08:19

Kvinnurnar eru yngri enn menn, tá tær fara upp í arbeiðsmegina.

Men menninir eru eldri enn kvinnurnar, tá teir gevast á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Hagstovan.

Í november í fjør var vinnutíttleikin 84 prosent hjá teimum 15 til 74 ára gomlu. 

Vinnutíttleikin hevur seinastu árini verið støðugur, millum 82 og 85 prosent.

Vinnutíttleikin hjá kvinnum 15 til 19 ár var 11 prosentstig størri enn hjá monnum í sama aldursbólki. 

Men í aldursbólkinum 65 til 74 ár er vinnutíttleikin níggju prosentstig størri hjá monnum.

Samanumtikið arbeiða fleiri fólk í Føroyum millum 15 og 74 ár, enn í nøkrum øðrum landi í Evropa. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334