Tríggir av sjey flokkum hava javnstøðu á valevnislistunum

bannari
Tríggir av sjey flokkum hava javnstøðu á valevnislistunum
Hetta eru somu flokkar, sum fyrr hava úttalað, at javnstøða er nakað, teir arbeiða miðvíst fyri
62 kvinnur stilla upp til løgtingsvalið í ár.
Mynd: Demokratia  
 
21.03.2026 - 17:10

14 kvinnur og 13 menn. 

Tjóðveldi er einasti flokkur, sum hevur fleiri kvinnur enn menn á valevnalistanum til løgtingsvalið.

Og hvør einasta kvinna ger mun, sigur Marna Jacobsen, fyrrverandi forkvinna í Demokratia.

 

Málið er javnstøða

Tjóðveldi liggur fremst, tá ið tað snýr seg um javnstøðu á valevnalistunum, tí tey hava eina kvinnu fleiri enn tey hava menn.

Við líka nógvum kvinnum og monnum hevur Framsókn eisini javnstøðu á listanum.

Og beint eftir er Javnaðarflokkurin, har mennirnir eru ein fleiri í tali enn kvinnurnar.  

Hetta eru samstundis eisini teir tríggir flokkarnir, sum hava víst á týdningin at arbeiða miðvíst við javnstøðu á valevnalistanum. 

 

Neyðugt at binda seg

- Jú minni ein flokkur bindur seg til javnstøðu á valevnalistanum, jú færri kvinnur eru eisini á listanum, sigur Marna Jacobsen.

Á listunum hjá Sambandflokkinum og Fólkaflókkinum er ein triðingur av valevnunum kvinnur.

Síðst liggja Miðflokkurin og Sjálvstýrið, har fjórða hvørt og fimta hvørt valevni er kvinna.

Hetta eru samstundis eisini teir flokkarnir, sum ikki siga seg arbeiða miðvíst við hægri kvinnuumboðan á listunum.  

 

Soleiðis liggja flokkarnir

Samanumtikið sær kvinnuumboðanin á valevnalistunum hjá flokkunum soleiðis út:


Tjóðveldi

Framsókn

Javnaðarflokkurin

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Miðflokkurin

Sjálvstýri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439