Good Feeling ella Hangover við Tjarnir: Flo Rida kemur til Føroya

Good Feeling ella Hangover við Tjarnir: Flo Rida kemur til Føroya
Heimsstjørnan Flo Rida, ið eigur hitt sum "Low" og "Good Feeling", men eisini luttekur í hittum sum "Hangover", kemur til Føroya 6. juni at spæla konsert við Tjarnir
Flo Rida á Eurovision Song Contest-pallinum fyri San Marino í Rotterdam í Hollandi í 2021
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.03.2026 - 11:01

Leygarkvøldið 6. juni skipar H71 fyri einum risastórum konsertkvøldi, tá Stórhøllin við Tjarnir verður karmur um konsert við heimskendu popp- og hiphopstjørnuni Flo Rida.

Flo Rida er ein av teimum kendastu popp- og hiphopartistunum í heiminum og hevur selt yvir 80 milliónir plátur.

Flo Rida fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2007 við sanginum “Low”, ið gjørdist eitt satt hitt og lá á fyrstaplássi á amerikanska Billboard Hot 100 í heilar 10 vikur.

 

Nummar 103

Síðani tá hevur hann givið eitt hitt fyri og annað eftir út, ið fleiri hava hertikið dansigólv, hittlistar og festivalpallar kring allan heimin. 

Millum hesi stóru hittini eru "Low", "Right Round", "Good Feeling", "My House", "Let It Roll", "Wild Ones", "Whistle", og "Club Can’t Handle Me".

Flo Rida luttekur eisini í hittum hjá øðrum, eitt nú "Hangover" hjá Taio Cruz. So verður spennandi, um konsertin við Flo Rida verður ein "Good Feeling" ella ein "Hangover" fyri fyriskipararnar. 

 

Luttikið í Eurovision

Fólk, ið fylgja við í Eurovision Song Contest, vita, at í 2021 trein Flo Rida brádliga inn á Eurovision Song Contest-pallin, har hann framførdi sangin "Adrenalina" saman við Senhit úr San Marino. 

Hetta var árið, tá Eurovision Song Contest var í Rotterdam í Hollandi. 

Senhit og Flo Rida sungu San Marino í finaluna, har tey endaðu á einum 22. plássi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297