Klokkarin í Notre Dame í Norðurlandahúsinum

Klokkarin í Notre Dame í Norðurlandahúsinum
Hetta er stórur men spennandi biti at gloypa, siga tey fimm, ið seta sangleikin upp.
Mynd: Leivur Thomsen  
 
13.03.2026 - 08:00

Í september verður Klokkarin í Notre Dam settur upp í Norðurlandahúsinum.

Han leggur í grundini upp til 25 leikarar, 25 kórsangarar og 20 instrumentalistar.


Myndir: Leivur Thomsen

Men í føroysku útgávuni fara fimm listafólk at átaka sær allar leiklutirnar.

Tey eru:

- Aksel Dánjalsson Remmel: klaver og fagott (Phoebus)

- Ári Berghamar Danielsen: slagverk (Clopin)

- Bergur Fonsdal Johannesen: kontrabass, gittar (Frollo)

- Borgfríð Fonsdal Johannesen: ymisk ljóðføri (Quasimodo)

- Maria á Lakjuni Djurhuus: tvørfloytu (Esmerelda)

Hetta eru høvuðsljóðførini, men øll fara eisini at spæla onnur instrument.

Umframt leikararnar er sum vera man nógv fólk aftrat aftanfyri leiktjøldini.


Myndir: Leivur Thomsen

Henda forteljingin, sum er bygd á skaldsøguna hjá Victor Hugo frá 1831, hevur hugtikið nógvar leikstjórar og sjónleikarar, og hon er mangan spæld á palli og filmi.

Verkætlanin er umfatandi og ambitiøs. Tey fimm fara øll at spæla fleiri leiklutir.


Myndir: Leivur Thomsen

Onkur okkara var í iva um, hvørt hetta fór at rigga, men leikstjórin, Jákup Veyhe, hevur sannført okkum um, at tað eydnast sera væl, siga tey við ein munn.

Flestu leikararnir búgva uttanlands. Tí er nógv talgilt samskifti teirra millum.

Og so hittast tey í Føroyum í nøkrum umførum og royna alt í verki.


Myndir: Leivur Thomsen

Í Studio 5 hoyra vit brellbitar úr leikinum, sum verður at síggja í Norðurlandahúsinum í heyst.


 
1798965



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858