Eystur- og vesturætt, sólglottar og ælaveður

Eystur- og vesturætt, sólglottar og ælaveður
Veðurvánirnar næsta samdøgrið
Havnin í morgun
Mynd: Sigrún Brend  
 
12.04.2026 - 11:02

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, onkur sólglotti og okkurt ælið. 

Í kvøld lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður skýggjað og ælaveður. 

Í nátt frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, eitt skiftið niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Ættin melur úr eystan, í sunnan og seinni í vestan, og móti morgni niður aftur í útsynning. Skýggjað og regn. 

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Hálvskýggjað, sólglottar og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.

Kelda: Veðurstova Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941