Farice leggur nýggjan undirsjóvarkaðal millum Ísland og Bretland

Farice leggur nýggjan undirsjóvarkaðal millum Ísland og Bretland
Nýggi kaðalin skal eita Auður [øyður], eftir niðursetukvinnuni Auður djúpúðgu Ketilsdóttir, sum gjørdi líknandi ferð um Norðuratlantshav
 
26.04.2026 - 17:32

Farice rekur longu undirsjóvarkaðalarnar FARICE-1, DANICE og IRIS.  FARICE-1 er tann elsti, og nýggi kaðalin skal eftir ætlan avloysa hann.

Nýggi kaðalin millum Ísland og Bretland skal eita Auður [øyður], eftir niðursetukvinnuni Auður djúpúðgu Ketilsdóttir - sum gjørdi líknandi ferð um Norðuratlantshav.

Nýtt landstað verður væntandi bygt í antin Glasgow ella Edinburg. Haðani verður sterkt samband til stórar fjarskiftisdeplar í Evropa, eitt nú London, Dublin, Amsterdam, og til hini norðurlondini.

Minkar tilgerðartíðina
Íslendska Farice sigur, at hetta fer at víðka munandi um netið hjá felagnum og minka um tilgerðartíð millum Ísland og týdningarmikil fjarskiftis-knútapunkt í Evropa. 

FARICE-1, sum er elsti kaðalin hjá felagnum, varð lagdur í 2003, og nýggi kaðalin skal tryggja, at undirstøðukervið verður endurnýggjað í góðari tíð. Ætlanin er at kanna kaðalleiðina á havbotninum á sumri 2027.

Auður fer væntandi at hava sera stóran kapasitet til at nøkta skjótt vaksandi eftirspurningin, eisini frá dátumiðstøðumenning. Kaðalin fer væntandi at hava 16-24 fiburpør, skrivar íslendska kringvarpið Rúv.

- Hetta eru spildurnýggj tíðindi, og tí er ikki greitt, um Føroyar knýta uppí Auður, sigur Páll Vesturbú, stjóri í Neti.

Føroyingasøga

Á ferðini hjá Auður djúpúðgu Ketilsdóttir úr Skotlandi til Íslands steðgaði hon á í Føroyum. Hon búði her í eina tíð, og gifti burtur ommudóttir sína Ólöf. Og haðani frá stavar ættin Gøtuskeggjar úr Gøtu. Síðani helt Auður leiðina til Íslands. Hetta hevur verið um ár 895 til 900.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672