Aftur hall í fjør - vænta at hava avlop í ár

Aftur hall í fjør - vænta at hava avlop í ár
Posta er givið við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin og leggur nú dent á pakkaflutning og talgildar tænastur
Posta hevði aftur hall í fjør, men felagið hevur gjørt tillagingar og væntar avlop í ár.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
29.04.2026 - 15:15

Posta hevði 3,2 milliónir krónur í halli í fjør eftir skatt.

Úrslitið er verri enn árið fyri, tá hallið var 1,7 milliónir krónur, sigur Posta í tíðindaskrivi.

Sambært ársroknskapinum minkaði nettosølan úr 106 milliónum krónum í 2024 niður í 94, milliónir krónur í 2025. 

Posta vísir sjálvt á fleiri orsøkir til ringa úrslitið.

Millum annað hevur vantandi lønsemi í fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin tyngt raksturin, og harumframt hevur steðgur verið í brævasendingum frá veitarum í fjareystri í fleiri mánaðir.

Sum liður í tillagingunum hevur Posta nú valt at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin. Eisini er útbering av adressuleysum posti niðurløgd.

 


Edvard Remberg er stjóri í Posta.

 

Pakkar og talgildar tænastur

Stjórin, Edvard Remberg, sigur í tíðindaskrivinum, at virksemið er gjørt einfaldari og meira haldført, og at hetta skal geva betri úrslit frameftir.

Felagið leggur nú dent á pakkaflutning og talgildar tænastur. Millum annað eru pakkaboksir settar upp í fleiri økjum, og dentur verður lagdur á Posta-appina og sjálvavgreiðslu.

Posta hevur eisini leigað partar av bygninginum á Óðinshædd út, og hevur stovnað eitt felag at umsita ognina.

Hóast hallið í fjør, so væntar Posta, at felagið fer at hava avlop í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677