Pengar settir av til at fyrireika berghol

Pengar settir av til at fyrireika berghol
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Fíu Selmu Nielsen, løgtingkvinnu, sum spurdi um landsvegir í bygdum øki
Nógv ferðsla til flogvøllin og frá honum er í Vága kommunu.
 
14.05.2026 - 10:14

Berghol verður gjørt millum flogvøllin og Vágatunnilin.

Í ár eru settar av 2,4 mió.kr. til at fyrireika bergholið.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Fíu Selmu Nielsen, løgtingkvinnu, sum spurdi um landsvegir í bygdum øki.

Sambært Landsverki er talan um 34 vegir.

Gjøgnum Sandavág og Miðvág koyra í miðal 4.500 akfør um samdøgrið.

Millum Havnina, Hoyvík og Hvítanes er talið 15.000.

Jacob Vestergaard sigur, at hann fer at raðfesta ferðslutrygdina í bygdum øki.

Men tað veldst um pengar fáast til tess.

Landsstýrismaðurin nevnir Gøtugjógv, har ætlanin er at gera ferðsluoyggj beint við íbindingina til Syðrugøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846