Landsstýrismaðurin: - Eg havi biðið Strandferðsluna bíða við útbjóðingini

Landsstýrismaðurin: - Eg havi biðið Strandferðsluna bíða við útbjóðingini
Jacob Vestergaard lat ongan iva vera um, hvat hann heldur er rætta loysnin er fyri kalsoyingar
 
20.05.2026 - 20:07

- Eg fari ikki at lova kalsoyingum ein tunnil, men eg vil arbeiða fyri, at hetta málið verður kannað so væl sum tilber, so tað ber til at taka politiska støðu til tað.

Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við samferðslumálum, á tunnilsfundinum, sum kalsoyingar í kvøld hava skipað fyri í skúlanum á Skúlatrøð.

Landsstýrismaðurin lat ongan iva vera um, hvør loysn hann heldur er skilabetri, og tað gjørdi hann millum annað við at vísa á fólkatalsgongdina í teimum oyggjum, sum ikki hava fast samband.

- Onkur hevur víst á, at vegakervið í oynni ikki tolir ferðsluna frá einum tunli, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Vegakervið í Kalsoynni skal dagførast óansæð, so tí kann tað ikki brúkast sum undanførsla fyri ikki at fara í holt við ein tunnil, segði Jacob Vestergaard.

Tá ein áhoyrari spurdi, hvat nú fer at henda við málinum, um tað verður súltað, svaraði landsstýrismaðurin:

- Eg fari at kanna, hvat er møguligt áðrenn farið verður í holt við eina nýggja ferju, men eg fari einki at siga um nær ein møguligur tunnil kemur ella kann koma, tí har er so nógv sum skal fáast at hanga saman, til dømis hvussu ein møguligur tunnil passar inn í langtíðaríløguætlanina, sum henda samgongan skal til at leggja.

Tað var fullsett á Skúlatrøð, tá fundurin byrjaði. Eyðun Eliasen og Bjørn Kalsø bjóðaðu vælkomin, og so vóru annars framløgur frá Karl Johansen, Fríriki Heinesen, Mourits Joensen og Kristiani Stórhamar, Símuni í Nornástovu og Dávi Syderbø. 

Eftir fundin vóru fleiri spurningar og viðmerkingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666