Troels Lund vil nú hava greitt svar frá Løkke um nýggja stjórn

Troels Lund vil nú hava greitt svar frá Løkke um nýggja stjórn
Formaðurin í Vinstra heldur framvegis, at ein VLAK-stjórn verður best før fyri at stýra millum skerini í fløkta politiska landslagnum í Danmark í løtuni
Í morgin eru 14 dagar, síðani Troels Lund Poulsen fekk litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.05.2026 - 14:39

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, sum í løtuni stendur á odda í samráðingunum at skipa stjórn í Danmark, vil nú hava at vita frá Lars Løkke Rasmussen, formanni í Moderatunum, um flokkurin tekur undir við, at skipað verður ein borgarlig minnilutastjórn ella ikki.

Fyrr í vikuni boðaði Troels Lund Poulsen frá, at hann ætlar at skipa stjórn við Vinstraflokkinum, Liberal Alliance og Konservativa flokkinum, sum skal fáa stuðul frá Moderatunum, Danmarksdemokratunum og Danska fólkaflokkinum.

Men Lars Løkke Rasmussen hevur sagt, at ein slík stjórn er "ein ballón, sum ikki fæst á flog," sum hann tekur til. Og hann hevur heitt á Troels Lund Poulsen um skipa stjórn tvørtur um miðjuna.

Troels Lund Poulsen skrivar á Facebook seinnapartin, at ein stjórn tvørtur um miðjuna, har sosialdemokratarnir eisini eru við, verður ikki før fyri at reka ein búskaparligan politikk, har hildið verður fram við nýskipanarkósini og at lækka skatt og avgjøld.

 


Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

VLAK er besta loysnin

Troels Lund Poulsen skrivar, at niðurstøða hansara er framvegis, at besta loysnin er ein stjórn millum Vinstraflokkin, Liberal Allinace og Konservativa flokkin, sum kann stýra millum skerini í einum sera fløktum politiskum landslagi við 12 flokkum í fólkatinginum. 

Seinnapartin í morgin hittir Troels Lund Poulsen Lars Løkke Rasmussen, og tá vil hann hava greitt at vita, um Moderatarnir taka undir við einari VLAK-stjórn ella ikki.

Í morgin eru 14 dagar síðani, at Troels Lund Poulsen fekk litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn, eftir at Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri, var givin sum samráðingarleiðari. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598