Íslendingar flyta útlendskar fangar av landinum

Íslendingar flyta útlendskar fangar av landinum
Teir flestu eru dømdir fyri at royna at smugla rúsevni til Íslands
20 fólk, sum eru víst úr landinum, sita í Íslandi.
Mynd: Morgunblaðið  
 
09.06.2026 - 09:59

Tíggju útlendskir fangar í íslendskum fongslum, skulu sendast av landinum, skrivar Morgunblaðið.

Teir flestu eru dømdir fyri at royna at smugla rúsevni til Íslands.

Tað eru fólk, sum vera brúkt til at smugla rúsevni.

Talan er bæði um kvinnur og menn, sum einki samband hava við Ísland annars.

 

Sita ein triðing av tíðini

Ein nýggj lóg, sum fyribils er galdandi til 1. juli næsta ár, gevur loyvi til at lata útlendskar fangar leysar, tá teir hava sitið ein triðing av tíðini.

Teir vera so fluttir av landinum í stundini, og kunnu ikki koma hagar ella í Shengen aftur í ávíst áramál.

20 fólk, sum eru víst úr landinum, sita í Íslandi.

Men tilsamans sita 60 fólk, sum hava fremmandan ríkisborgaraskap, í fongsli í Íslandi. 

Tey, sum vera send av landinum, fara ikki sum fangar. Tey eru tí fræls í heimlandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358