Todd Blanche tilnevndur løgmálaráðharri í USA

Todd Blanche tilnevndur løgmálaráðharri í USA
Blanche hevur verið virkandi løgmálaráðharri, síðan Pam Bondi segði seg úr sessinum
Todd Blanche hevur verið fyribils løgmálaráðharri, men nú hevur forsetin tilnevnt hann løgmálaráðharra.
Mynd: Andrew Harnik/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.06.2026 - 09:09

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tilnevndi í gjár Todd Blanche nýggjan løgmálaráðharra í USA.

Tað sæst í eini fráboðan frá Hvítu Húsunum til amerikanska Senatið, sum skal góðkenna tilnevningina. 

51 ára gamli Todd Blanche er fyrrverandi persónligur advokatur hjá amerikanska forsetanum, og hevur verið virkandi løgmálaráðharri, síðan forsetin í apríl segði táverandi løgmálaráðfrúuna, Pam Bondi, úr sessinum.

Tilnevningin kemur ikki púra óvart á, tí forsetin boðaði fyri nøkrum døgum síðan frá, at hann ætlaði at gera fyribils tilnevningina av Todd Blanche varandi.

 

Eydnaðist ikki at stovna grunn

Tíðindastovan Reuters heldur, at tilnevningin av Todd Blanche ber boð um, at forsetin hevur álit á honum, hóast Blanche herfyri mátti gevast við royndunum at stovna ein grunn við útvið 12 milliardum skattafíggjaðum krónum at arbeiða við. 

Grunnurin var ætlaður at hjálpa fólki, sum Donald Trump heldur hava verið fyri politiskari jagstran, meðan demokraturin, Joseph Biden, sat við valdinum seinasta forsetaskeið.

Uppskotið um grunnin elvdi tó til so harða mótstøðu og hvassar atfinningar frá bæði demokratiskum og republikanskum politikarum, at Todd Blanche tók tað aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096