Hitabylgjan røkkur ikki Føroya

Hitabylgjan røkkur ikki Føroya
Nógvi hitin í Evropa verður væntandi liggjandi alla vikuna
Eisini í París er hitabylgja.
Mynd: Julien De Rosa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.06.2026 - 15:57

Seinastu dagarnar hevur hitabylgja verið í Suðurevropa - í Spania og Fraklandi, og í gjár frættist, at hitabylgjan var á veg til Bretlands, Týsklands og Danmarkar.

Vit skulu tó ikki vænta, at hitabylgjan fer at koma heilt norður til okkara, sigur veðurfrøðingurin, Andrias Gregoriussen.

 


Andrias Gregoriussen.

 

Hitabylgjan stavar frá oyðimørkini í Sahara, og hon verður væntandi liggjandi yvir Evropa alla vikuna.

Andrias Gregoriussen vísir á, at veðurskipanin er natúrlig, men at hitamet áhaldandi verða sett ,er ein ábending um veðurlagsbroytingar, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24062026_Andrias_og_hitabylgja

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980