Vónin slakar 28 milliónir í avlopi í fjør

Vónin slakar 28 milliónir í avlopi í fjør
Kvotur og ófriður í heiminum ávirkaðu gongdina í fjør, hóast selt var fyri 644 milliónir kr.
Vónin-samtakið seldi fyri 644 mió. kr. í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2026 - 14:13

Úrslitið hjá Vónini eftir skatt var 27,7 mió. kr. í fjør.

Í 2024 var úrslitið 45 mió. kr. 

Kvotur og ófriðurin í heiminum ávirkaði gongdina í fjør, sigur Vónin í tíðindaskrivi.

Vónin-samtakið seldi fyri 644 mió. kr. í fjør. Sølan í 2024 var 661 mió. kr.

 

437 fólk í arbeiði

Vónin virkar í sjey londum. Hon hevur 437 fólk í arbeiði, 99 teirra í Føroyum.

Feløgini í samtakinum arbeiða miðvíst við at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni. 

Seinastu fýra árini hevur Vónin sent yvir 3.500 tons av tilfari til endurvinning.

Tey geva 12.840 tons minni í útláti, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232