10.000 fólk flutt burtur undan skógareldi í Fraklandi

10.000 fólk flutt burtur undan skógareldi í Fraklandi
Bæði í Fraklandi og í Spania standa stór skógarøki í ljósum loga
Flogfør royna at sløkkja stóru skógareldarnar í Fraklandi og Spania.
Mynd: Jc Milhet/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2026 - 11:51

Hitabylgjurnar har suðuri í Evropa eru longu farnar illa við fólkinum. Serliga í Fraklandi frættist um, at nógv eru deyð, beinleiðis av nógva hitanum, sum verið hevur.

Og nú eru eisini skógareldar farnir at herja. 

Bæði í Fraklandi og í Spania standa stór skógarøki í ljósum loga, og í Fraklandi stúra myndugleikarnir fyri, at eldarnir fara at nørast enn meira, tí boðað er frá nógvum vindi í Pyrinea-fjøllunum, har eldarnir herja. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Eldarnir í Fraklandi herja eitt øki uppá umleið 4.600 hektarar í Pyrinea-fjøllunum. 

 

Flyta fólk burtur úr 200 bygdum

Her hava myndugleikarnir flutt umleið 10.000 fólk úr heimum teirra, burtur úr vandaøki. Talan er um einar 200 bygdir, haðani fólkið er flutt burtur.

Danska kringvarpið, DR, hevur tíðindi úr Katalonia í Spania, tætt upp at Pyrinea-fjøllunum og franska markinum. Her hava skógareldar eisini fastatøkur. Eldur er í umleið 2.200 hektarum av skógi, og tað er í einum øki, sum at kalla alt er náttúrfriðað.

Løgreglan í Katalonia hevur handtikið eitt fólk, sum er undir illgruna fyri at hava fest í skógareldarnar við at brúka ein vinkulslípara á  einum vegjaðara upp at skróðturra lendinum.

 

Tour de France

Súkklukappingin Tour de France byrjaði í fyrradagin, og í dag fara súkklararnir um markið úr Spania inn í Frakland, og teinurin liggur nær við øki, har eldur herjar.

Tí sleppa ongir áskoðarar at vera fronskumegin markið.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skrivar á sosiala miðlinum X, at hann hugsar um øll tey, ið eru rakt av skógareldunum, og mælir fólki til at gera eftir trygdar-fyriskipanunum í økinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290