Níggju fólk latið lív í russiskum álopum á Kyiv

Níggju fólk latið lív í russiskum álopum á Kyiv
Hetta er aðru ferð í minni enn eina viku, at Russland fremur ógvislig og deyðilig álop á ukrainska høvuðsstaðin
Russar herjaðu á við bæði rakettum og dronum.
Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2026 - 07:53

Minst níggju fólk hava latið lív og minst 46 eru løstað í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt.

Russar herjaðu á við bæði rakettum og dronum, og sambært ovastanum fyri hernaðarleiðsluna í Kiev, Tymur Tkatjenko, vóru fleiri íbúðarbygningar og aðrir bygningar raktir.

Tað er tíðindastovan AFP, sum hevur tosað við Tymur Tkatjenko á bronglaðu - ella krypteraðu - tíðindatænastuni Telegram.

Hann sigur, at fimm børn eru millum tey særdu eftir álopini, og hann stúrir fyri, at talið av deyðum og særdum kann vera størri, enn almennu tølini siga nú, meðan bjargingararbeiðið enn er í gongd.

Hetta er aðru ferð í minni enn eina viku, at Russland fremur ógvislig og deyðilig álop á Kyiv.

Ukrainski forsetin, Zelensky, ávaraði í gjárkvøldið um, at russar sambært ukrainskum fregnum fór at leypa á aftur í nátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329