- Tíðindi, mentan og ítróttur
250 russiskir einstaklingar og fyritøkur á svartalista aftrat

Í dag kunnu londini í ES samtykkja, at 250 einstaklingar og fyritøkur aftrat verða sett á svartalista. Talan er um 21. revsipakkan móti Russlandi.
Tað sigur uttanríkispolitiska leiðarin í ES, Kaja Kallas.
Enn eru londini í ES ikki samd um ein víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi. Í dag kunnu tey hóast alt víðka svartalistan, sigur Kaja Kallas við Reuters.
- Hetta er aftursvar til russisk álop á sivil mál seinastu vikurnar, sigur hon við Reuters.
ES fordømir óndsinnaðu russisku netálopini á ES-limalond og altjóða samstarvsfelagar.
Í hesum sambandi verða revsitiltøk sett í verk móti níggju einstaklingum og fýra sonevndum eindum, greiðir hon frá.
Eindir kunnu í hesum sambandi bæði vera fyritøkur og stovnar.
Revsitiltøkini fara eisini at fevna um umboðsmenn, sum arbeiða fyri russisku hernaðarligu fregnartænastuna, GRU.
Undan fundinum í Brússel millum uttanríkisráðharrarnar í ES sigur Kallas, at hon vónar, at teir fara at góðkenna tær 250 skrásetingarnar. Sambært henni er hetta tað mesta, sum ES higartil hevur samtykt undir einum.

























