G! 2026: Eg sigi bara, at AySay'ið tað

G! 2026: Eg sigi bara, at AySay'ið tað
UMMÆLI: Skráin hósdagin á G! er kanska ikki tann sterkasta, ið vit hava sæð á tónleikahátíð Føroya. Men júst tá væntanirnar eru minstar, bergtekur tónleikurin ofta mest
Mynd: G! Festival / Lasse Lagoni  
 
17.07.2026 - 11:40

Tá sólin eina løtu um 18-tíðina hvarv aftur um eitt skýloft, steig Dan Olsen upp. 

Føroyingurin í London, sum seinastu 12 árini hevur rist eitt popplag fyri og annað eftir úr ermuni, spældi sína fyrstu konsert í heimlandinum í 11 ár, tá hann læt pallin upp á Sandinum á G!

Undarligt at hugsa sær, meðan mann stóð í dýrdarveðrinum í Syðrugøtu og lurtaði eftir lætt atkomiliga poppinum hjá argjamanninum.

Tíðin, tá Dan Olsen kundi "goyma" seg í London er nú farin. 

 

Stuðlaður av einum superbólki við nøkrum av okkara bestu ungu tónleikarum, spældi Dan Olsen eina konsert, sum nú hevur skotið hann ordiliga upp á føroyska tónleikahimmalin.

Serliga stuttligt var tað at síggja eina familju úr Avstralia standa upp á vegnum og stórfagna Dan. Eg havi kanska varhugan av, at fólk í útlandinum hava skilt Dan Olsen betur, enn vit føroyingar hava.

Men tað er nú broytt. 

 

LES EISINI: 10 ting, ið tú mást uppliva á G!

 

 

Skráin nóg sterk?

Nógv kjak er altíð um skránna á G! festivalinum. Er hon nóg sterk, ella er hon beinleiðis vánalig?

Lat okkum bara vera erlig, at ársins skrá ikki fer í søguna sum tann sterkasta hjá tónleikahátíð føroyinga. Men við til ta søguna hoyrir eisini, at G! festivalurin hevur verið hart raktur av vanlukkuligum deyðsfalli og avboði vegna sjúku, sum fyriskipararnir ikki fáa vart seg fyri. 

Men júst tá væntanirnar til tónleikin eru minstar, bergtekur tónleikurin okkum ofta mest. Soleiðis var hóskvøldið.

 

Eivør og skrímslið

Tað byrjaði í grundini - ikki í Grundini, tí hon er ikki til longur - men í grundini við konsertini hjá Eivør um "Skrímslið, lítla systur mín." Ein deilig familjukonsert, sum fólk stórfagnaðu. 

Onkur dittaði sær at siga, at konsertin ikki bara stóð mát við konsertirnar hjá Eivør á Sandinum undanfarin ár, men kanska var betur. Tað eru nokk ymsar meiningar um tað. 

Síðan komu framførslurnar hósdagin sum perlur á einum snóri. 

 

Væntanirnar gingnar á møti

Sjálvur hevði eg glett meg almikið til danska-kurdiska bólkin AySay. Tað er altíð vandamikið at vinda seg sjálvan upp til eina konsert, tí sannlíkindini fyri, at tú verður vónbrotin blíva so nógv størri. 

Men sjáldan hava væntan og uppliving gingið upp í eina hægri eind, enn til konsertina við Lunu Ersahin og hennara monnum.

Tónleikurin er ein sermerkt blanding av kurdiskum fólkatónleiki, modernaðum indiepoppi og sjeytiára surftónleiki. Tað ljóðar undarligt og kitsj, og burdi ikki riggað, men tað gjørdi tað, og er beinleiðis orsøkin til, at AySay er á veg móti ovaru luftløgunum á danska tónleikapallinum. 

 

Girlpower

Luna var eisini girlpower í orðsins rætta týdningi.

Ikki var hon stór á vøkstri, men hon fylti bæði pallin og Sandin út við sínari nærveru og stóru tónlistagávum. Luna gjørdi ikki mætari, enn at hon leyp av pallinum og fór út millum fólk at syngja og dansa.

Og so hevði Luna eisini ein boðskap um kvinnurættindi við, og um at tora at vísa seg fram, sum hin Alvaldandi hevur skapt ein. 

Enn ein gandakend løta á Sandinum í Syðrugøtu eitt góðveðurskvøld á G!, tí psykadeliski fólkapoppurin hjá AySay passaði sum fótur í hosu til løtuna á Sandinum. 

 

Eink ross, tíverri

Sum fótur í hosu passaði tað eisini, at føroyski amerikanabólkurin Kóboykex spældi sína konsert mitt í ramliga rákanum frá neytamykju í Fjósinum.

Tíverri hevði tað ikki eydnast limunum í bólkinum at fáa rossið, ið teir ætlaðu at hava við upp á pallin, inn í Fjósið, tí so hevði konsertin nokk fingið mýtologiskan status. 

Yvirhøvur var talan um ein sera hugfarsliga løtu saman við kóboykexunum, Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen, ið til konsertina høvdu fingið hjálp frá sera dugnaligu songkvinnuni, Sannu Bæk Hoydal. 

 

Einki pláss, tíverri

Oman á Kóboykex í Fjósinum, so fingu G!-gestirnir Guðrið Hansdóttir á Spæliplássinum, ið vísti seg at vera ov lítið til føroysku stjørnuna. Bara at sleppa niðan á Spæliplássið at uppliva vøkru sangirnar hjá Guðrið, ið hon og væl spælandi bólkur hennara varpaðu so yndisliga út í vakra summarkvøldið, var ein avbjóðing. 

Tá var munandi betri pláss á Sandinum, tá enski queer-framførarin Lynks fór á pallin, hóast har eisini var eitt ávíst plásstrot í royndini at fjala likamslutir á kroppinum á manninum. Tað var festiligt og litríkt, hóast tað ikki fer í søguna sum eitt stórt tónlistarlig uppliving. Besta løtan var, tá Lynks bjóðaði ungdómum upp á pallin at njóta løtuna saman við sær.

 

Ein festivalur snýr seg um lívið í víðastu merking, og tað er júst tí, at G! er so serligur, tí hann ger júst tað, og tað var framførslan hjá Lynks eitt gott dømi uppá. Um tær ikki dámar hetta slagi av framførslu, so kann mann altíð fara í kirkju ella til felagssang í Hoyggjhúsinum.

 

Takk fyri 

Áðrenn hóskvøldið á G!-festivalinum 2026 var at enda komið, sluppu G!-gestirnir enn einaferð at uppliva funk í heimsflokki frá føroyavinunum í Printz Board & The Butter Funk Family úr LA.

Tey vóru í Føroyum í fjør og bergtóku við konsertum í Tøting og OY, og tað er lítið at ivast í, at tað legðist afturat við fjepparum eftir konsertina á Spæliplássinum á G!

 

Síðsta brakið hóskvøldið átti føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys, ið punklegendan Iggy Pop metir sum heimsins besta. 

Shitboysarnir hava spælt á vesum, í bergholum, til 75 ára føðingardagar og hvar veit eg, fyri at koma hartil, at Iggy Pop hevur fingið eyga á teir. Tí sømdi tað seg so yvirdrivið væl, at bólkur loksins fekk ein so tignarligan pall sum Sandin á G! at spæla á. 

Brádliga var tað eins og nógv av teimum, ið vóru komin at lurta, fingu eygu og oyru upp fyri, hvussu góðir Joe & The Shitboys eru. Konsertin var knasandi góð, og so segði hann: Takk fyri! 

 

Fríggjadagurin á G! er longu byrjaður við Teknujoga á Sandinum. Veðrið er framúrskarandi, og skráin spennandi. 

SÍ EISINI: G! Skráin

 

Vísið virðing

Eg fari tó at enda við nøkrum orðum frá einum gomlum grenji, sum hann kallar seg sjálvan. 

Niels Uni Dam, tónleikari og tónleikaummælari, hevur lagt eina áminning út til festivalgestirnar um prát til konsertirnar.

Hetta er ikki nakað serstakt føroyskt fyribrigdi, men tað finst eisini í Føroyum, og tað vindur upp á seg. 

Góðan G!-festival. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815