- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggur uppskotið um fiskidagar til bólk 5B fram mánadagin

Í dag vóru fiskidagarnir hjá útróðrarbátunum í bólki 5B uppi og teir skuldu tí gevast við fiskiskapinum klokkan 13.00.
Men tað ætlar Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum at gera nakað við. Uppskotið at geva bólki 5b fleiri fiskidagar, sum nógv stríð hevur verið um, er nú klárt at leggja fram.
- Uppskotið verður eftir ætlan lagt fram mánadagin og kemur til 1. viðgerð mikudagin, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað snýr seg um 750 dagar afturat í ár.
Uppskotið um at tilluta fleiri fiskidagar hevur fingið nógva mótstøðu millum annað frá Reiðarafelagnum og Havstovuni, men uppskotið er ikki broytt eftir hoyringar hava verið.
- Innihaldið er ikki broytt. Men har komu nokk so nógv hoyringssvar og tey kann løgtingið nú taka støðu til, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:




























