- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiloyvið hjá Katrini Jóhonnu er fyribils tikið aftur

Eitt kapitul er endað í søguni um uppsjóvarskipð Katrin Jóhonnu við heimstaði í Miðvági, sum partafelagið Kinnfelli keypti til Føroya úr Norra í 2018 til at fiska menningarkvotur av makreli, sild og svartkjafti.
Felagið Kinnfelli er endaliga farið í tvíningar.
Onnur helvtin er flutt yvir í eitt nýtt partafelag, nýstovnaða P/F Katrin Jóhanna, sum Tummas Henriksen stendur á odda fyri.
Hin helvtin er flutt yvir í eitt nýstovnað smápartafelag, sp/f 7.mai 2026, sum Hjarnar Krogh Dalsgaard stendur á odda fyri.
Skipið Katrín Jóhanna var keypt úr Norra í 2018 fyri slakar 44 milliónir krónur.
Uppsjóvarskipið Birita
Ogn og skuld avhendað til nýggju feløgini
Nú felagið er kloyvt sundur í tvey, eru øll ogn og skuld avhendað til tey bæði nýggju feløgini, meðan P/F Kinnfelli fer í søguna. Sambært upplýsingum hjá skrásetingini verða tey bæði nýggju feløgini stovnað við umleið 12 milliónum krónum í partapeningi hvør.
Men størstu virðini liggja sum kunnugt í teimum rættindum, skipið hevur at fiska.
Katrin Jóhanna kom upprunaliga inn í flotan við menningarkvotum, og hevur harumframt fingið kvotur sambært grein-49 í sjófeingislógini, tað eru kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Og so hevur reiðaríið eisini útvegað sær smærri makrelkvotur frá øðrum skipabólkum.
Í ár hevur Katrin Jóhanna loyvi at fiska tilsamans 1526 tons av makreli, 1529 tons av norðhavssild og 13.400 tons av svartkjafti.
Sambært nýggjasta yvirlitinum hjá Vørn hevur skipið longu fiskað nærum alla sildakvotuna, eina lítla helvt av makrelkvotuni og eina góða helvt av svartkjaftakvotuni.
Uppsjóvarskipið Ango er selt til Marokko.
Nýggju feløgini biðið um at fáa írestandi kvotur
Nú hava tey bæði nýstovnaðu feløgini, sum eru sprottin burturúr P/F Kinnfelli, biðið um at fáa írestandi kvoturnar fluttar til sín, helvt um helvt.
Tað arbeiðið er í gongd nú, og tí hevur skipið Katrin Jóhanna í løtuni einki fiskiloyvi. Fiskiloyvi krevja, at eigaraviðurskifti eru í lagi.
Tað er tó greitt, at onnur helvtin av kvotunum - tann parturin, sum felagið hjá Tummasi Henriksen skal hava - verður løgd yvir aftur á skipið Katrin Jóhanna.
Hin helvtin - sum felagið hjá Hjarnari Krogh Dalsgaard skal hava - verður fyribils flutt yvir á útróðrarbátin Gudrun, sum nýstovnaða felagið hevur keypt.
Leggja saman við Gráasteini og Ango
Smápartafelagið 7.mai 2026 skal eftir ætlan leggjast saman við feløgunum Gráasteini, sum rekur uppsjóvarskipið Biritu, og felagið Ango, sum til fyri stuttum átti uppsjóvarskipið av sama navni.
Hesi trý feløg skulu eftir ætlan leggjast saman og rekast undir einum. Tað málið liggur í løtuni hjá Kappingareftirlitinum, sum skal góðkenna samanleggingina.
Katrin Jóhanna fiskaði fyri 110 milliónir krónur í fjør. Sambært uppgerðini hjá Vørn hevur skipið landað fyri 55 milliónir higartil í ár.

























