Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum

Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum
Sjey eru við i kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan kokkarnir arbeiða
Andras og Mogens gera klárt og í morginári verður klárt at kappast
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
21.08.2026 - 15:55
1828039

Sjey ungir kokkar undir 24 ár fara at kappast í einum tjaldi á Sjómannadegnum í morgin. Hendan kappingin er liður í einari størri norðurlendskari kapping fyri ungar kokkar.
Andras Sigmarsson Jacobsen, sum er leiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík og samskipar hesa kappingina, sigur, at talan er um eina norðurlendska kapping fyri ungar kokkar, ið NORA tók stig til fyri tveimum árum síðani, og nú er stafettin latin Tekniska skúla í Klaksvík.
Sjey eru við i hesari kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan teir arbeiða.
-Meiningin við hesari kappingini er eisini at varpa ljós á rávøru, sum vit brúka ov lítið av í Føroyum. Og nú Sjómannadagur er, hava vit gjørt av at brúka fisk, og tað verður havtaska og blálonga. Tað eru tvey fiskasløg, sum ikki øll hava roynt. Áhugavert verður at síggja hvat ungu kokkarnir fara at finna uppá, sigur Andras
-Eg eri eitt sindur nervøsur, men eg eri klárur til í morgin, sigur ungi kokkurin, Mogens Højsted úr Klaksvík, sum er ein av teimum sjey. Honum dámar væl at brúka fisk sum rávøru og grønmeti afturvið. Og tað sleppur hann til fulnar í morgin.
Mogens sigur, at havtaska er eitt serstakt fiskaslag og líkist ongum øðrum. Og blálonga er ógviliga lítið brúkt, men er ein leskiligur fiskur, sum er bæði mildur og moyrur.
Kappingin byrjar kl. 9.00 í morginári og tað verða 10 minuttir ímillum at kokkarnir fara í gongd. Tann seinasti verður eftir ætlanini liðugur kl. 15.20, og so verður kunngjørt á stóra palli hvør hevur vunnið. Vinnarin fer víðari til eina finalu í Íslandi tíðliga næsta ár. 
Nógvir kokkar í Føroyum eru útlendingar og teir gera eitt gott arbeiði, men Andras Sigmarsson Jacobsen dylur ikki fyri, at eitt av endamálunum við kappingini er at fáa fleiri ungar føroyingar at blíva kokkar.

Her kanst tú hoyra innslagið sum var í Summarmorgni í morgun.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672