Stórur meiriluti fyri at lata bólki 5B fleiri fiskidagar

Stórur meiriluti fyri at lata bólki 5B fleiri fiskidagar
Umframt samgonguna tekur Miðflokkurin í vinnunevndini eisini undir við uppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni
Alt bendir á, at bólkur 5B fær 750 fiskidagar aftrat í ár.
 
24.08.2026 - 11:36

Stórur meiriluti er fyri at lata útróðrarbátum í bólki 5B 750 dagar aftrat í hesum árinum.

Umframt samgonguna tekur Miðflokkurin í vinnunevndini eisini undir við uppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Meirilutin heldur tó, at landsstýrismaðurin átti at javnsett bólkarnar 5A og 5B við hinar bólkarnar viðvíkjandi sokallaða buffaranum. Allir hinir bólkarnir hava buffara, sum er óbrúktu dagarnir frá árinum fyri, og ilt er at síggja nakað argument fyri, at bólkarnir 5A og 5B ikki eisini skulu hava eina slíka skipan, sigur meirilutin.

 

Tjóðveldi ímóti

Minnilutin í nevndini, Tjóðveldi, tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Við at lata bólki 5B fleiri dagar nú við teirri grundgeving, at bólkurin hevur brúkt allar sínar dagar, heldur minnilutin tað vera torført at grundgeva logiskt fyri, at fleiri dagar ikki skulu latast øðrum bólkum ella førum í øðrum bólkum, har dagarnir verða uppi.

Les alt álitið frá vinnunevndini her. 

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum mikudagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672