- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát

Í 12 ár búði Miriam Jannit Norðberg, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, uttanlands. Tvey ár í Hollandi og 10 ár í Danmark. Hon heldur, at vit kunnu læra nakað av øðrum.
- Tað er løgið, at eingin tosar um fíggjarliga útjavning millum øki í Føroyum, tí mær vitandi er okkurt slag av útjavning í øllum hinum norðurlondunum, sigur Miriam.
Hon heldur, at brúk er fyri einum útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, tí tað hevði gjørt lívið rættvísari fyri okkara útjaðara. Harafturat sigur hon, at allir almennir stovnar eiga at hava ein útjaðarapolitikk. Og so eigur tað nógva tosið um Suðuroyartunnilin at fylla minni, tí tað koyrir sína gongd.
Hoyr alla samrøðuna, sum var við Miriam í Summarmorgni, her.























