Løgmaður sent Hákuni kongi samkensluskriv

Løgmaður sent Hákuni kongi samkensluskriv
Beinir Johannesen skrivar, at Haraldur kongur hevur verið ímyndin av norska fólkinum og teimum virðum og søguni, sum knýta Noreg og Føroyar saman
Beinir Johannesen, løgmaður.
 
28.08.2026 - 13:30

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í dag sent nýggja norska konginum Hákuni áttanda samkensluskriv.

Hann skrivar millum annað soleiðis:

"Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk vil eg senda mína djúpastu samkenslu, nú pápi tygara, hansara hátign Haraldur kongur fimti, er deyður.

Føroyar og Noreg eru tætt knýtt í søgu, mentan og menniskjaligum sambondum. Haraldur kongur hevur verið ímyndin av norska fólkinum og teimum virðum og søguni, sum knýta okkara lond so tætt saman. 

Vit í Føroyum syrgja eisini, nú hann er farin.

Eg vil eisini ynskja hennara hátign, Sonju drotning, og allari kongaligu familjuni styrki og troyst í sorgini. Føroyar standa saman við norska fólkinum í hesi truplu tíð.

Ærað verið minni um hansara hátign Harald kong áttanda."

Les alt skrivið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541