Ein broyting á landsliðnum

Ein broyting á landsliðnum
Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til manslandsliðið. Í hansara stað er komin Jørgen Nielsen
Jørgen Nielsen til landsliðsvenjing á Tórsvølli
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
23.09.2026 - 13:43

Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi, skrivar Fótbóltssambandið.

Seinnapartin mánadagin fór føroyska manslandsliðið undir fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Teir samlast í dag á Hotel Føroyum.

Tað verður uttan Páll Andrasson Klettskarð. Áleyparin hjá kÍ hevur ein minni skaða at dragast við í fótinum. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein úttikið 22 ára gamla Jørgen Nielsen úr Víkingi.

Mynd: Eyðun Klakstein og Páll A. Klettskarð til landsliðsvenjing í fjør

 

Føroyar skulu spæla fýra UEFA Nations League-dystir í tíðarskeiðnum frá 26. septembur til 6. oktobur. Fyrsti dystur er á Tórsvølli móti Kasakstan leygardagin 26. septembur, áðrenn føroyska liðið fer til Moldova, har spælt verður 29. septembur.

Síðani kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli 2. oktobur, og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kasakstan 6. oktobur. Kringvarpið vísur allar dystirnar í Sjónvarpinum. Leygardagin verður byrjað at senda klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858