Kreml: Zelenskyj skal koma til Moskva at samráðast

Kreml: Zelenskyj skal koma til Moskva at samráðast
Russland sigur samstundis, at í løtuni eru ongar fortreytir at taka samráðingarnar uppaftur.
Zelenskyj, forseti, hitti Donald Trump, forseta, í gjár í sambandi við ST-aðalfundin.
Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.09.2026 - 14:25

Skulu nýggjar friðarsamráðingar vera millum Russland og Ukraina, skal forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, koma til Moskva.

Tað sigur Kreml, sambært Reuters tíðindastovuni.

Kravið, sum Russland áður hevur sett, kemur nú í kjalarvørrinum á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, seint gjár segði, at russiski forsetin, Vladimir Putin, var sinnaður at hittast fyri at enda kríggið.

Kreml sigur tó, at í løtuni eru ongar ætlanir um fleiri samráðingar millum Russland og Ukraina. Kreml heldur eisini, at í løtuni eru ongar fortreytir at taka samráðingarnar uppaftur.

Trump hitti Zelenskyj í sambandi við ST-aðalfundinum í gjár, har teir tosaðu um møguleikarnar at enda kríggið, sum hevur vart í meira hálvtfimta ár.

Zelenskyj segði sjálvur, at hann er til reiðar at hitta Putin, "nær tað skal vera", skrivar NTB-tíðindastovan.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329