Eitt ravlitt og darrandi vikuskifti í november

Eitt ravlitt og darrandi vikuskifti í november
Ravlitt Darr eitur nýggjur festivalur við konsertum við norðurlendskum nøvnum, sýningum, verkstovum og netverking mitt í november, ið Sunneva Háberg Eysturstein skipar fyri
 
30.09.2026 - 09:42

Øll kenna vit orðingina at siga okkurt "við darrandi rødd". Darr merkir titran.

Ravlitt Darr eitur eisini nýggjur festivalur við eksperimenterandi tónleiki og list, sum Sunneva Háberg Eysturstein skipar fyri mitt í november. 

13. og 14 november verður fyrsta útgávan av Ravlitt Darr, sum verður eitt vikuskifti við konsertum, sýningum, verkstovum og netverking. 

Enn finst ikki nógv vitan um nýggja festivalin, men skráin fer at bjóða eitt úrval av tónleiki úr Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi, stendur skrivað um festivalin á sosialu miðlunum. 

Harumframt vera verkstovur, ið hava til endamáls at skapa nýggjar møguleikar innan tónleikaframleiðslu og -tøkni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775