Russar hava aftur lopið á íbúðarhús og orkuverk í Ukraina

Russar hava aftur lopið á íbúðarhús og orkuverk í Ukraina
Í minsta lagi seks fólk eru deyð og umleið 600.000 hava mist streymin
Russisku álopini raktu eisini hesi íbúðarhúsini í Kyiv.
Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2026 - 11:22

Russland hevur aftur framt umfatandi rakett- og dronuálop á Ukraina í nátt.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur Russland skotið 39 rakettir og fleiri enn 120 dronur inn í Ukraina. Serliga orkuveitingin hevur verið fyri álopum, skriva altjóða miðlar.

Álopini hava eisini rakt íbúðarhús í høvuðsstaðnum Kyiv. Í minsta lagi seks fólk eru deyð, og fleiri eru særd.

Sambært Zelenskyj hava umleið 600.000 fólk mist streymin eftir álopini.

 

Fáa ongar ávaringar

Ukrainski forsetin sigur eisini, at fyri aðru ferð í fáar dagar hevur Ukraina ikki fingið ávaringarnar um russisk álop, sum landið vanliga fær úr USA.

Í høvuðsstaðnum Kyiv hava spreingingar verið alla nátt, og túsundtals fólk hava leitað sær skjól í undirgrundarbreytini.

Rasmus Tantholdt,  tíðindamaður hjá danska TV 2, er staddur í Kyiv. 

Hann hevur fylgt krígnum frá byrjan og sigur, at hóastKyiv liggur langt frá hermótinum, er tað sum um, at býurin er mitt á hermótinum. Hann heldur ikki, at nøkur vápnahvíld er á orkuøkinum, hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur tað:

 

14102026_Tantholdt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655