Flákra: Vit lata okkara dagbøkur upp fyri øllum

Flákra: Vit lata okkara dagbøkur upp fyri øllum
Tina Mellemgaard og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge hava funnið saman í bólkinum Flákra. Í vøkrum tónum seta tær orð á lívsins stóru spurningar
Mynd: Rúni Jákupsson  
 
16.10.2026 - 11:35

Tær eru longu kendar á føroyska tónleikapallinum hvør í sínum lagi. Tina Mellemgaard við sínum egna tónleiki og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge úr bólkinum BRIMHVÍTT. Nú hava tær sligið tónleikakreftirnar saman undir navninum Flákra. Tær hittust fyrstu ferð á Sement í 2021, men tað var ikki fyrr enn í 2024, at samstarvið av álvara tók skap.

Bjørk hevði hoyrt ein sang hjá Tinu, har serliga tær mongu bakgrundsrøddirnar hugtóku hana. Hon setti seg tí í samband við Tinu við einum uppskoti um at skriva tónleik saman.
 

Tað vísti seg skjótt, at tær høvdu nógv felags.



Mynd: Rúni Jákupsson

Fyrstu ferð tær hittust fyri at skriva, prátaðu tær leingi, áðrenn tær fóru undir sjálvan tónleikin. Men tá tær fyrst fóru í gongd, kom sangurin nærum av sær sjálvum. Síðani hava tær skrivað fleiri sangir saman og eru nú eisini farnar á konsertferð.

Fyrsti sangurin, Flákra gav út, eitur „Í ævir“. Hann varð skrivaður, eftir at Tina misti beiggja sín, Dánjal, í einari arbeiðsvanlukku. Tina greiðir frá, at sangurin snýr seg um sorgina, spurningarnar og allar tær kenslurnar, sum koma, tá ið eitt menniskja, ið stendur tær nær, brádliga ikki er her longur. 

At skriva sangin gjørdist ein máti at fáa orð á tað, sum annars var torført at siga. Fyri Tinu hevur sangurin eisini fingið ein serligan týdning, tí hann varðveitir minnið um beiggjan. Hon lýsir tað sum at hava givið honum eitt varandi pláss í verðini. Í byrjanini var tað sera torført at framføra hann uttan at gráta.

Men so hvørt sum tær hava sungið hann fleiri ferðir, er tað vorðið lættari.



Mynd: Rúni Jákupsson
 

Persónligar upplivingar eru ein týðandi partur av tónleikinum hjá Flákru. Tina og Bjørk eru báðar í einum lívsskeiði, har stórar avgerðir skulu takast, og nógv verður upplivað á fyrsta sinni. Tær skriva um ivamál, kærleika, sorg, mørk og tað at finna sítt egna pláss í tilveruni. 

Tær lýsa sjálvar sangskrivingina sum ein máta at viðgera tað, ið tær uppliva. Har onnur kanska skriva dagbók ella leita sær hjálp til at fáa greiðu á kenslunum, finna tær ofta svarini í tónleikinum og í samrøðunum hvør við aðra. Men tað krevur eisini dirvi at lata onnur fáa innlit í sínar mest persónligu tankar.

Tær siga, at tað á ein hátt er sum at lata sínar dagbøkur upp fyri øllum. Samstundis vóna tær, at onnur kunnu kenna seg aftur í sangunum og fáa troyst í, at tey ikki eru einsamøll við sínum kenslum.



Mynd: Rúni Jákupsson

Navnið Flákra hevur eisini eina serliga søgu. Sum børn fingu tær onkuntíð at vita, at tær vóru flákrutar. Eitt orð, sum ofta verður brúkt í neiligari merking, men sum tær nú hava tikið til sín. Fyri tær snýr tað seg eisini um at tora at droyma, vera skapandi og ikki altíð laga seg eftir tí, sum onnur vænta.

Hesin boðskapurin kemur eisini til sjóndar í sanginum „Góð nokk“, sum tær framførdu í Studio 5. Sangurin er ein heilsan til tær sjálvar sum smágentur – og til øll onnur, sum hava brúk fyri at hoyra, at tey eru nóg góð, júst sum tey eru. Boðskapurin er einfaldur: Tað er í lagi at fylla nógv, og tað er eisini í lagi at fylla minni. Øll hava sítt egna pláss í verðini. 

Flákra er eisini við í ársins Sementkapping. Fyri Tinu og Bjørk hevur kappingin serligan týdning, tí tað var júst á Sement, at tær hittust fyrstu ferð. Tær leggja tó dent á, at tað ikki fyrst og fremst er kappingin, sum drívur tær. Tað týdningarmesta er at sleppa at spæla tónleikin og bera boðskapin út til fólk.

Í Studio 5 framførdu Tina og Bjørk tríggjar sangir: „Í ævir“, „Flákra“ og „Góð nokk“.




Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Flákra

 
1838299

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329