- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Í sambandi við bókmentafestivalin The Faroe Islands Literature Festival hittust rithøvundarnir og yrkjararnir Haukur Ingvarsson og Anna Fohlin Mattson, sum arbeiða bæði innan ritlist, men á hvør sínum máli. Tey bæði tosa um týdningin av týðingum og um tær avbjóðingarnar, sum ofta stinga seg upp, tá mann flytur ein tekst úr einum máli í annað. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey arbeiða við týðingum.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.