Javnaðarflokkurin fær løgmann
22-12-2022
Politikkur

Fólkaræði

Fólkaræði er føroyska orðið fyri demokrati. Demos merkir fólk, og kratia merkir veldi. Fólkaræði er heitið fyri politiska stýrisskipan, har fólkið, umvegis fólkavalda umboðan, hevur valdið.

Fara vit langt aftur í tíðina, so var fólkaræði sett í samband við nakað neiligt. Tá sá mann fyri sær, at óútbúgvin og ognarleys fingu vald, heldur enn at tað hevði við sær, at øll fingu vald. Harvið varð fólkaræði sæð sum fíggindin hjá frælsi og vísdómi. Í dag verður tað mett sum ein styrki og sum nakað jaligt, at júst øll hava møguleika at atkvøða og harvið gera sína ávirkan galdandi.

Fólkaræði kann vera bæði umboðandi og beinleiðis. Umboðandi fólkaræði er soleiðis, sum vit kenna tað her í Føroyum – at borgarar hvør í sínum lagi greiða sína atkvøðu og velja sítt umboð. Beinleiðis fólkaræði er fyrst og fremst, tá mál verða løgd út til fólkaatkvøðu.

Heimastýrislógin

Tá týskarar hersettu Danmark 9. apríl í 1940, varð sambandið millum Føroyar og Danmark kvett. Sum avleiðing av hesum og sum framhald av fólkaatkvøðuni í 1946, kom Heimastýrislógin í gildi í 1948.

Undan Heimastýrislógini var løgtingið bert ráðgevandi ting og ikki lóggevandi. Við øðrum orðum ráðgóvu løgtingslimir donsku myndugleikunum um, hvussu danir skuldu stýra føroyskum viðurskiftum.

Men við Heimastýrislógini vóru stjórnarskipanarviðurskifti Føroya løgd í nýggja legu. Heimastýrislógin var nýggjur karmur um arbeiðið hjá løgtinginum, sum við Heimastýrislógini fekk lóggávuvald á økjum, sum føroyingar hava yvirtikið.

Løgtingið

Tað er Stýrisskipanarlógin, sum ásetir nærri treytir fyri, hvussu valdið í Føroyum er býtt. Í Stýrisskipanarlógini er ásett, at tað er løgtingið, sum hevur føroyskt lóggávuvald. Tað er í løgtinginum, at lógir skulu viðgerast og samtykkjast.

Men ein lóg er ikki bara ein lóg, tí løgtingið hevur samtykt hana. Tá ein lóg er samtykt, skal løgmaður lýsa lógina at galda. Og fyrst tá er ein lóg galdandi lóg. Soleiðis samtykkir løgtingið lógirnar, og løgmaður staðfestir tær.

Stýrisskipanarlógin lýsir eisini, hvussu innanhýsis skipanin í Føroyum skal virka í málum, sum eru yvirtikin eftir Heimastýrislógini.

Lógin ásetir millum annað, at í mesta lagi 33 limir eru í løgtinginum. Hesir limir verða valdir á løgtingsvali, og løgtingslimir verða valdir fyri fýra ár í senn.

Frá atkvøðum til løgtingsess

Í 2008 vóru Føroyar skipaðar sum eitt valdømi. Áðrenn hetta vóru Føroyar skipaðar sum sjey valdømi.

Føroyar hava lutfalsvalskipan, og tað vil siga, at rætt lutfall skal vera millum undirtøkuna, sum flokkarnir hava millum veljararnar, og umboðanina, sum teir eiga í tinginum.

Fyri at fáa ein sess á løgtingi krevst í minsta lagi eitt ávíst prosent av samlaðu atkvøðunum. Hetta kallast tinggáttin. 33 sessir eru í løgtinginum. Tí er tinggáttin 1/33, sum so er 3,03 %. Tað vil siga, at um ein flokkur fær minni enn 3,03 % av atkvøðunum, sleppur flokkurin ikki á ting.

Tá roknað verður út, hvussu tingið skal mannast, verður samlaða atkvøðutalið býtt við 33, tí 33 tingsessir eru at býta. Soleiðis fæst at vita, hvat ein tingsessur kostar í atkvøðum.

Um heila talið er lægri enn 33, so verður funnið fram til, hvør skal eiga síðstu sessirnar við at hyggja at størsta brotinum.

Í ár eru tað 39.017 fólk, ið hava valrætt. Og valluttøkan liggur um tey 90 prosentini, og sambært Hagstovu Føroya hava Føroyar tí hægst valluttøku í Norðurlondum.

Tí kann roknast við, at ein tingsessur í miðal kostar umleið 1.000 atkvøður.

Løgtingsval

Ein grundleggjandi partur av fólkaræðinum er umboðandi fólkaræðið, sum í okkara føri er umvegis løgtingsval. Í minsta lagi fjórða hvørt ár skulu Føroya fólk velja fólk at umboða seg á bestan hátt. Tey, ið síðani verða vald, eru ikki bundin at nøkrum reglum, øðrum enn egnari sannføring. Sostatt hava tingfólk stórt frælsi.

Hóast løgtingsfólk eru vald fyri fýra ár í senn, kunnu løgmaður ella løgtingið sjálvt taka avgerð um at skriva út nýval. Gamla tingið hevur fullar heimildir, til nývalda tingið er sett. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Í Føroyum hava vit 57 valstøð. Minsta valstað er Elduvík, meðan Havnin er størst við sínum stívliga 22.000 íbúgvum.

Í ár varð løgtingsval útskrivað til at vera 8. desember, sum er ein hósdagur.

Til løgtingsval plagar valluttøkan at vera um tey 90 prosentini, og sambært Hagstovu Føroya hava Føroyar hægst valluttøku í Norðurlondum.

Hesa ferð bjóða 169 valevni seg fram at verða vald í løgtingið. Til seinasta løgtingsval í 2019 stillaðu 179 valevni upp. Síðani Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi í 2008, hevur talið á valevnum verið støðugt - millum 168 og 179.

Løgmaður

Ovasti leiðari fyri útinnandi valdið í Føroyum er løgmaður. Løgtingið velur løgmann, sum útnevnir landsstýrisfólk.

Løgmaður hevur ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Eisini hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Síðan 1948 hava Føroyar havt 14 løgmenn. Atli P. Dam hevur, við sínum umleið 17 árum, verið løgmaður longst. Hann varð fyrstu ferð valdur til løgmann eftir valið í 1970 og var løgmaður tíðarskeiðini 1970 til 1980, 1985 til 1989 og aftur frá 1991 til 1993.

Eittans kvinna hevur verið løgmaður í Føroyum. Tað er Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar 1993 til september 1994.

Eftir heimastýrisskipanin varð sett í gildi í Føroyum í 1948, hevur Javnaðarflokkurin átt løgmann 11 valskeið. Átta valskeið hevur Sambandsflokkurin átt løgmann, og fýra valskeið hevur Fólkaflokkurin átt løgmann. Hinir flokkarnir hava ongantíð átt løgmann.

Flokkar

Til løgtingsvalið 8. desember 2022 stilla sjey flokkar upp. Teir eru Fólkaflokkurin (A), Sambandsflokkurin (B), Javnaðarflokkurin (C), Sjálvstýri (D), Tjóðveldi (E), Framsókn (F) og Miðflokkurin (H).

Um talt verður, frá Heimastýrislógin kom í gildi, so er tað 21. ferðin, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri stilla upp til løgtingsval. Hjá Miðflokkinum er hetta 9. ferðin og hjá Framsókn fjórðu ferð.

Hesa ferð bjóða 169 valevni seg fram at verða vald í løgtingið. Javnaðarflokkurin hevur flest valevni, tilsamans 36. Miðflokkurin hevur fægst valevni, tilsamans 14.

Politiskar ásir

Ofta verður tosað um, at flokkar eru høgra- ella vinstrahallir. Soleiðis kunnu vit býta flokkarnar fyri betur at skilja, hvørjum teir standa fyri, og hvørja kós teir vilja.

Høgrahallir flokkar verða ofta sagdir at vera liberalistiskir, sum merkir, at hesir flokkar fyrihalda seg kritiskt til, at landið hevur nógv vald. Serliga tí tað avmarkar sjálvsavgerðarrættin hjá fólkinum og vinnuni. Liberalisman er millum annað grundarlagið fyri kapitalismuni.

Vinstrahallir flokkar eru teir, sum eru sosialistiskir. Tað merkir, at landið skal hava ein virknan leiklut í flestu av viðurskiftunum í samfelagnum. Hetta fevnir eisini um ognarviðurskifti av náttúrutilfeingi og almennum tænastum til borgarar. Soleiðis kann ein møguligur vinningur býtast til allar borgarar í samfelagnum.

Tað serliga fyri politiska kumpassið í Føroyum er, at tað eisini hevur aðrar kósir enn bert høgru ella vinstru. Eitt nú er spurningurin um loysing ella samband avgerðandi hjá fleiri av politisku flokkunum, altso um hvørt Føroyar skulu varðveita ella loysa sambandið við Danmark.

Ein onnur ás, ið hevur fingið alt størri týdning, er siðbundin og nýmótans virðir. Hetta kemur eitt nú til sjóndar, tá talan er um fosturtøku, løgfrøðiligt kynsskifti og rættindi hjá samkyndum.

Samgonga og andstøða

Samgongan er meirilutin í løgtinginum og hon, sum avger, hvussu politikkurin verður førdur. Andstøðan er harafturímóti í minniluta. Andstøðan kann leggja uppskot fram, men tað er ongin trygd fyri, at hon fær nakað ígjøgnum.

Í løtuni eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í minnilutasamgongu, eftir at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni í november 2022.

Í fyrstu atløgu er tað løgmaður, sum hevur rættindini til at gera samgongusamráðingar. Hann skal í minsta lagi fáa 17 av teimum 33 tinglimunum við sær fyri at fáa meirilutan. Um hann ikki fær meirilutan við sær, má hann fara til løgtingsformannin og verða biðin um at verða loystur úr starvi.

Um løgmaður verður loystur úr starvi, skal ein floksformaður úr einum av hinum flokkunum útnevnast. Allir floksformenninir skulu ein eftir annan á fund við løgtingsformannin, har teir hava tíggju minuttir at útnevna ein nýggjan samgonguleiðara. Tann, sum flest peika á, verður útnevndur og skal síðani kalla saman til samráðingar.

Tá samgonguleiðarin verður útnevndur, hevur hann tíggju dagar at skipa eina samgongu. Eydnast tað ikki, verður aftur ein nýggj formansrunda, har ein nýggjur verður útpeikaður. Soleiðis heldur tað fram, til ein samgonga er komin upp á pláss.

Enn er eingin hvítur roykur úr løgtinginum, har Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðast um nýggja samgongu
20-12-2022
Innlendis
Flokkarnir, sum samráðast um landsstýri, eru samdir um øll vinnumálini
16-12-2022
Politikkur
Samgongusamráðingarnar hava hildið fram í løgtinginum í allan dag.
15-12-2022
Innlendis
Fyrrapartin hava umboð fyri Landsbankan eisini verið á fundi við flokkarnar, sum nú royna at skipa samgongu
15-12-2022
Politikkur
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vil hava sett út í kortið, at Føroyar skulu hava ein sjálvberandi búskap, og tað merkir, at skerjast skal í ríkisveitingini
14-12-2022
Politikkur
Samráðingar eru nú millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn
14-12-2022
Politikkur
Eftir at samgongusamráðingarnar slitnaðu í gjárkvøldið, hevur samráðingarleiðarin sent boð eftir Tjóðveldi
14-12-2022
Politikkur
Høgni Hoydal fekk tvær atkvøður aftrat
14-12-2022
Politikkur
Í morgin verður væntandi greitt, um Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn fara undir realitetssamráðingar
12-12-2022
Politikkur
Formaðurin Tjóðveldi sigur, at hann minnist onga ósemju við Framsókn yvirhøvur. Ruth Vang sigur, at Framsókn vil sleppa av við blokkpolitikkin
12-12-2022
Politikkur