Málteigurin

'Baby' hóskar ikki til føroyska málið
10-05-2021
Enska orðið, baby, passar hvørki til føroyska bending ella staving, og tí riggar tað stak illa at brúka á føroyskum

Mammudagurin er farin framvið, og í dagsins Málteigi seta vit sjóneykuna á orð sum fødsil, baby, babyshower, uppáveginsklæði, amma, móðurkaka og jarðarmóður.

'Vit skulu hava eitt baby', ella 'mamma hevur baby í búkinum'. Hesar orðingar eru javnan at hoyra.

- 'Baby' hóskar hvørki til føroyska stavseting ella bending, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Hon leggur afturat, at skal orðið skrivast, so verður tað 'beybi', men hvat kyn er tað, og hvussu eitur tað bundið ella í fleirtali?

Hvørkikyn: eitt beybi - beybið tað - fleiri beybi(r) - øll beybini (bendist sum kvæði)
Kallkyn: ein beybi - beybin hann - fleiri beybar - allir beybarnir (bendist sum risi)
Kvennkyn: ein beybi - beyban hon - fleiri beybur - allar beyburnar (bendist sum oyri)

- So skjótt, sum vit royna at benda orðið, 'beybi', hoyra vit, hvussu illa tað hóskar til føroyskt, staðfestir Elin Henriksen og nevnir fleiri dømi um føroysk orð, ið kunnu brúkast ístaðin: Nýføðingur, pinkubarn, reivabarn, smábarn, beiggi, didda.

 

Skotbrá, skotsmál og spilt mjólk

Bland tykist at vera komið í millum orðini skotbrá og skotsmál. Tey líkjast eitt sindur, men merkingin er fullkomuliga hvør sín.

Skjótt sagt merkir skotbrá eitt lítið bil, meðan skotsmál hevur við ummæli at gera.

Tað loysir seg ikki at gráta yvir spilta mjólk.

Hetta er danskt orðatak, sum er týtt beinleiðis til føroyskt, men 'spildt mælk' á donskum er ikki spilt mjólk á føroyskum.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending
13-02-2023
Tað er einki galið við at brúka orðið, røðari, fyri rógvara, tí røðari er gamalt, føroyskt orð fyri rógvara
06-02-2023
Vit hoyra næstan ikki mun á, um mann sigur prestur ella prestir, tí ljóðini viðhvørt eru so veik. Men tað stavast við -ur
30-01-2023
Líka sum vit siga dani ella danskari, svii ella svenskari og rumeni ella rumenari, kunnu vit eisini siga russi ella russari
23-01-2023
Lesiframburður er, tá ið eldri orð, sum vóru til, áðrenn vit fingu stavsetingarreglur, verða framborin, sum tey verða stavað
16-01-2023
Fleiri og fleiri siga mín mamma, men tað eitur mamma mín - ella bara mamma
09-01-2023
Mong siga fyri og eftir jól, men mann kann eisini siga áðrenn og aftan á jól. - Hetta er málburður, sum er góðkendur í nýggjari tíð, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-12-2022
Tað er vorðið púra vanligt at siga ert tú samd við mær, honum og teimum, men tað eitur ert tú samd við meg, hann og tey. Við stýrir hvønnfalli, sigur Elin Henriksen, málkøn
12-12-2022
Í sendingini er nýggjur táttur, har vit taka gomul orðatøk upp og greina, hvat tey merkja
05-12-2022
At vera í hóslag við onkrum hevur negativa merking og kann tí ikki brúkast í einum positivum samanhangi
28-11-2022
Á, undir og yvir eru tríggjar av sjey fyrisetingum, sum kunnu taka bæði hvønn- og hvørjumfall. Og so er spurningurin, nær er tað hvat? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá
21-11-2022
At vera eyðmjúkur merkir at vera lítillátin, og tað hevur øvugta merking av orðinum, errin. Tí gevur tað onga meining at brúka bæði í sama setningi, sigur Elin Henriksen
14-11-2022