Málteigurin

Vit ovurnýta ein, eina og eitt
29-11-2021
Óbundna fornavnið verður brúkt óneyðuga nógv, og hetta kemur helst mest fyri í týddum tekstum, heldur Elin Henriksen, málkøn

Okkum dámar heldur væl at brúka óbundnu fornøvnini ein, eina og eitt eftir danskari fyrimynd, heldur lurtari, sum hevur sent okkum eina røð av dømum, har óbundnu fornøvnini verða óneyðuga nýtt.

  • Ein góð útbúgving byrjar við einum góðum lærara
  • Í staðin fyri kransar kann ein minnisgáva sendast til.....
  • Gesturin var ein yngri kvinna
  • Heima við hús hevur hon verið ein góð hjálp
  • Mugu leggja eina langtíðarætlan fyri Koronu.

- Okkum tørvar ikki at siga 'ein' og 'eitt' í heilum. Hetta er helst komið við týddum tekstum, har týðarin ikki hevur givið sær far um, at tey ikki skulu við, sigur Elin Henriksen.

 

Ikki

Tað er munur á at siga 'øll strandfaraskipini sigla ikki' og 'ikki øll strandfaraskipini sigla', heldur lurtari fyri í boðum til Málteigin.

Elin Henriksen er samd og sigur, at tað er hvør sín merking:

Siga vit: Øll skipini sigla ikki, so merkir tað, at eingi skip sigla.
Siga vit: Ikki øll skipini sigla, so eru nøkur, sum sigla.

 

Ganga til ítrótt

Tá eg var ung, spældi eg hondbólt og fótbólt, eg svam og gjørdi fimleik.

Í dag ganga tey ungu til alt. Tey siga, at tey ganga til fótbólt, ganga til hondbólt, ganga til fimleik og tey ganga eisini til svimjing. Kann man siga 'ganga' til allar ítróttargreinar, spyr lurtari, og ein annar spyr um munin á 'eg kann minnast' og 'eg minnist'.

Ofta hoyrast politikkarar siga: 'Vit vilja framburð' ella 'Vit vilja samstarv'.

Her er orðið, hava, tikið burtur. Sama ger seg galdandi við orðunum, hugsa og tosa, har orðið, um, verður tikið burtur, og tí hoyra vit fólk siga: Hugsar tú film ella sjónleik? Hugsar tú sparingar?

Elin Henriksen sigur, at tað er ið hvussu er frægari at siga 'vilja' enn 'ynskja'.

Vilja hoyrir til tey orðini, sum vit nevna háttarsagnorð (modalverbum), saman við skula, kunna, mega, munna.

Men henni hevði dámt betur, um vit brúktu vilja hava enn at taka orðið, hava, burtur.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Navnorð, sum fáa ð sum ending, kunnu bara vera hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkynsorð við ð, er ð-ið partur av orðinum sjálvum - ikki sum ending
13-02-2023
Tað er einki galið við at brúka orðið, røðari, fyri rógvara, tí røðari er gamalt, føroyskt orð fyri rógvara
06-02-2023
Vit hoyra næstan ikki mun á, um mann sigur prestur ella prestir, tí ljóðini viðhvørt eru so veik. Men tað stavast við -ur
30-01-2023
Líka sum vit siga dani ella danskari, svii ella svenskari og rumeni ella rumenari, kunnu vit eisini siga russi ella russari
23-01-2023
Lesiframburður er, tá ið eldri orð, sum vóru til, áðrenn vit fingu stavsetingarreglur, verða framborin, sum tey verða stavað
16-01-2023
Fleiri og fleiri siga mín mamma, men tað eitur mamma mín - ella bara mamma
09-01-2023
Mong siga fyri og eftir jól, men mann kann eisini siga áðrenn og aftan á jól. - Hetta er málburður, sum er góðkendur í nýggjari tíð, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-12-2022
Tað er vorðið púra vanligt at siga ert tú samd við mær, honum og teimum, men tað eitur ert tú samd við meg, hann og tey. Við stýrir hvønnfalli, sigur Elin Henriksen, málkøn
12-12-2022
Í sendingini er nýggjur táttur, har vit taka gomul orðatøk upp og greina, hvat tey merkja
05-12-2022
At vera í hóslag við onkrum hevur negativa merking og kann tí ikki brúkast í einum positivum samanhangi
28-11-2022
Á, undir og yvir eru tríggjar av sjey fyrisetingum, sum kunnu taka bæði hvønn- og hvørjumfall. Og so er spurningurin, nær er tað hvat? Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá
21-11-2022
At vera eyðmjúkur merkir at vera lítillátin, og tað hevur øvugta merking av orðinum, errin. Tí gevur tað onga meining at brúka bæði í sama setningi, sigur Elin Henriksen
14-11-2022