- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annar ítróttur
Esmar Joensen er føroyameistari í OL-trap fyr aðru ferð, og Tórur Fløtt fór avstað við gullinum í OL-skeet
Amy við Rætt, sum ber hevur skotið við compound í eitt hálvt ár, tók stórfavorittin Anju Eydnudóttir á bóli í FM-finaluni uttandura og fór avstað við meistaraheitinum
Thor við Hannu S. Petersen tóku føroyameistararnar Ásu Bárðardóttir og ryssuna Silfá, tá síðsta FM-kappingin í tvíspori var í Vágum um vikuskiftið
Pauli Poulsen vann eisini síðsta teinin í Leif Mohr Kring Føroyar-súkklukappingini, sum var í Havn sunnudagin, og fór avstað við sannførandi samanløgdum sigri
Pauli Poulsen vann sannførandi á næstseinasta teininum í Kring Føroyar-súkklukappingini, og sigurin samanlagt er nærum vísur undan seinasta teininum í Havn í dag
Føroyar standa seg væl í altjóða úrvalsítrótti, men úrslitini kunnu gerast uppaftur betri, sigur umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti frá Idan, sum kemur við tilmælum
Pauli Poulsen var nógv skjótastur í tíðarsúkklingini í Vágum, har fyrsti teinurin í Kring Føroyar-súkklukappingini var í gjár
Hans Petur Højgaard gavst við recurve-boganum og fór at skjóta við compound fyri einum hálvum ári síðan. Kortini stillaði hann upp í FM í recurve um vikuskiftið - og vann